16. februar 2021

Heiður til hondbóltin


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Tá ÍSF um vikuskiftið skipaði fyri Ítróttarfagnað, fekk hondbólturin upp í posa og sekk og fór avstað við bæði heiðrinum fyri ársins ítróttarfelagsskap, ítróttarfyrimynd og ítróttarátak

Hondbóltssamband Føroya varð heiðrað sum ítróttarfelagsskapurin 2020, og millum grundgevingarnar var, at HSF torir at droyma stórt og seta sær framsøkin mál, og at HSF hevur av álvara sett ferð á altjóða virksemið í HM og EM við luttøku í nógvum ymiskum aldursbólkum. Ári Rouch tók fyri HSF ímóti heiðrinum.

 

– Miðvís leikaramenning hevur verið á breddanum í fleiri ár, og góðu úrslitini eru vorðin sjónlig bæði í altjóða høpi og í tí sannroynd, at nógvir leikarar hava fingið sáttmálar við útlendsk feløg, ljóðaði í grundgevingini, har eisini varð staðfest, at HSF hevur fleirfaldað virksemið seinnu árini.

 

Heiðurin sum ítróttarfyrimyndin 2020 fekk Gurið Krosslá Augustinussen í Vági, sum er ein ímynd av VB og ein av berandi kreftunum í felagnum, har hon millum annað í samfull 22 ár hevur verið ein týdningarmikil spælari á kvinnuliðnum hjá vágbingum í bestu deildini.

 

Kapping kom væl við

– Samstundis er Guðrið Krosslá Augustinussen venjari, dómari og er nógv við í sjálvbodna arbeiðinum, og eitt nú skipar hon fyri hondbóltsskúlanum, ið er árligt afturvendandi tiltak, eins og hon stóð fyri kappingini, Faroe Islands Handball Cup, sum var hildin á fyrsta sinni í 2020, varð millum annað sagt í grundgevingunum.

 

Júst henda kappingin, Faroe Islands Handball Cup, sum VB skipaði fyri í tríggjar dagar í august 2020, fekk triðja heiðurin, hondbólturin vann hetta kvøldið, og var tað Bogi Mortensen, ið fyri VB tók ímóti heiðrinum fyri kappingina, ið var eitt væl skipað tiltak, har umleið 400 børn og ung kappaðust í Marghøllin í Vági, sum var karmur væl skipaða tiltakið.

 

– Faroe Islands Handball Cup kom eisini sera væl við hjá føroyskum hondbólti sum heild, tí korona hevði við sær, at allar hondbóltsstevnur uttanlands vóru avlýstar, varð staðfest í grundgevingunum fyri at lata vágbingum eisini henda heiðurin.

 

Umframt hetta, var okkara egni Hákun West av Teigum tilnevndur sum stjørnuskot 2020, tí hann í fjør sum bara 18 ára gamal tryggjaði sær pláss sum høgrivongur í bestu deildini hjá Skanderborg Håndbold, sum beinanvegin valdi at leingja sáttmálan við hann til 2024. Hákun vann tó ikki heiðurin, men kundi saman við okkum øðrum fegnast um tilnevningina.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 annadam@bvs.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo