20. februar 2021

Kvinnurnar aftur í ár


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

H71 var á odda allan dystin og vann uppiborið, hóast tað stóð eitt sindur á ímóti endanum. Men ein klassabjarging frá Vár og eitt klassamál frá Duritu avgjørdu alt!

Faxe Kondi-steypafinalan: H71-Neistin 22-20 (12-9)

 

Longu frá fyrstu løtu sást á øllum brøgdum, at H71-kvinnurnar vóru klárar til dystin og fegin vildu vísa Neistanum, at skuldu tær bláu hava steypið, so var tað ikki nakað, tær bara soleiðis skuldu vænta sær at fáa.

 

Yvirvágin, ið helt sær allan dystin, varð grundløgd í verjuspælinum, ið allan dystin á tamb megnaði at skáka Neistan, óansæð hvat tær bláu royndu fyri at sleppa ígjøgnum hana.

 

Málini vóru kanska ikki so mong í tali, og munurin var millum tvey og trý mál fyri tað mesta, men hugflognum bilti einki í álopsspælinum hjá H71, ið veruliga helt verjuna hjá Neistanum heita allar 60 minuttirnar.

 

Og tá ið tað ímóti endanum leikaði eitt sindur meira á og tvær óskiljandi útvísingar í senn kundu havt órógvað illa, hildu H71-kvinnurnar høvdið kalt og megnaðu at brúka vit og skil til ikki at tveita sigurin burtur.

 

Vár Thomsen, ið varð kosin bestu spælari í finaluni, hevði hesa løtuna eina fantastiska brotskastsbjarging, ið var við til at halda Neistanum burturi. Og tá ið so Durita Toftum í seinasta minutti upp á ein ella annan ótrúligan máta skoraði av strikuni til 22-20, var sigurin vísur!

 

Annað árið á rað og aðru finaluna yvirhøvur, hava H71-kvinnurnar víst sínar bestu dygdir og vunnið steypið, ið sostatt eisini hetta komandi árið sleppur at prýða steypaskápið í Hoyvík. Hjartaliga tillukku!

 

Málskjúttar:

Maria Halsdóttir Weyhe 8

Marita Mortensen 5

Jana Mittún 3

Durita Toftum 2

Elisabeth Holm Simonsen 2

Lív Bentsdóttir Zachariasen 1

Christina Turiðardóttir 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 annadam@bvs.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo