leygardagur, 20. februar 2021

Menninir tóku eisini steypið


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Av sonnum skuldi ein dramatiskur endi til, áðrenn vit kundu anda djúpt aftur og fegnast um, at H71 eisini hjá monnunum køvdi Neistan og streyk avstað við gullinum

Faxe Kondi-steypafinalan: H71-Neistin 26-25 (13-11)

 

Vorðið sum steypafongur í ítróttarhøllini á Hálsi í kvøld, tí eisini menninir megnaðu sín setning og vunnu á Neistanum, so bæði H71-kvinnur og -menn kunnu fegnast um at hava vunnið sínar steypakappingar – og tað enntá tvey ár á rað!

 

Tað byrjaði annars sera lovandi fyri H71, sum hevði lagt seg á odda 3-0, áðrenn tveir minuttir vóru farnir. Men skjótt hevði dysturin javnað seg, so tað restina av teimum 60 minuttunum var aftur og fram.

 

Bæði lið løgdu stóran dent á verjuspælið, og ikki minst stóðu málverjarnir væl. Men tað, ið óivað kostaði mest hjá H71 í dag, so alt ikki bleiv avgjørt fyrr, var vantandi neyvleiki í álopsstøðum, tí har vóru í so nógvir brendir kjansir. Men tað er longu gloymt…

 

Nakrar minuttir fyri tað, vit hildu vera dystarenda, tók H71 eitt gott lop – frá 17-19 upp í 21-19 – uttan tó at fáa bundið fyri, og so endaði sjálvur dysturin altso 22-22.

 

Tí mátti umdystur spælast í tvær ferðir fimm minuttir, , og tá ein góður minuttur var eftir, stóð 25-25. Tíðin gekk, og tá ið klokkan segði 4:48 og bara 12 sekund vóru eftir, fekk H71 brotskast, sum Djóni Gaard Joensen setti í málið – og so fór Neistin í sítt seinasta álop.

 

Teir bláu fingu eisini avsluttað, men Ári Dam fekk hálað sína allarseinastu av fleiri góðum bjargingum fram, og so var steypasigurin 2021 veruleiki.

 

Troyttir og glaðir kundu menninir taka ímóti steypi og medaljum, og Peter Krogh varð væl uppiborið kosin besti spælari í mansfinaluni. Hjartaliga tillukku!

 

Málskjúttar:

Peter Krogh 7

Djóni Gaard Joensen 6

Pætur Thomsen 5

Niklas Højgaard Hanusarsson 4

Rói Ellefsen á Skipagøtu 2

Hallur Biskopstø 1

Baldur Gillason 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com