sunnudagur, 28. februar 2021
Sjey av 17 landsliðsspælarum, ið eru tiknir út til komandi EM-undankappingardystirnar hjá manslandsliðnum, teljast millum “okkara” spælarar.
Landsliðsvenjararnir, Sonni Larsen og Dia Midjord, hava tikið út 17 spælarar til manslandsliðið, sum um eina lítla viku skal spæla tríggjar EM-undankappingardystir pø á pø – fyrst ein úti og síðani tveir heima.
Fyrsti dysturin verður í Kiev ímóti Ukraina mikudagin 10. mars, men so gongur leiðin heim til tveir heimadystir í høllini á Hálsi – fyrst útsetta dystin ímóti Tjekkia, sum verður fríggjadagin 12. mars, og síðani sunnudagin 14. mars ímóti Ukraina.
Av tí at dystarskráin er so trong, krevst nógv av okkara monnum, sum tó eru væl mannaðir til uppgávuna. Ikki minst er tað stuttligt at síggja, at ikki færri enn sjey av teimum 17 úttiknu spælarunum eru úr H71 – so ella so. Einasti av teimum, ið spælir her og nú í Hoyvík, er tó Peter Krogh, men hinir seks hava sín uppruna her í felagnum.
Við fyri fyrstu ferð
Serliga stuttligt er at síggja, at Hákun West av Teigum og Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum spæla í bestu deildunum í Danmark og Svøríki við ávikavist Skanderborg Håndbold og IK Sävehof, eru tiknir út til A-landsdystir fyri fyrstu ferð, eftir at teir væl og virðiliga hava gjørt vart við seg á yngri liðum – millum annað við U17-landsliðnum í Göteborg í fyrraárið.
Hinir fýra av okkara sjey eru Helgi Hildarson Hoydal og Jónas Gunnarson Djurhuus, sum báðir spæla við Viking Stavanger í Norra, Brandur Halgirson, sum spælir við Ajax København í Danmark, og Vilhelm Poulsen, sum spælir við Fram í Íslandi.
Hondbóltssambandið veit annars at siga, at tríggir teir síðstu dystirnir í EM-undankappingini verða ætlandi spældir um mánaðarskifti apríl/mai, tá ið Føroyar spæla útidystin ímóti Tjekkia og bæði úti og heima ímóti Russlandi.
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
9. oktober
1. oktober
4. september
29. august
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |