1. mars 2021

Gerandisdagur aftur…


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Brosini vóru stór og breið hjá venjaratoyminum, tá ið kvinnufinalan var liðug og H71 hevði vunnið á Neistanum. Og á hoyvíkingum og H71-fjepparum sum heild vóru nógvar góðar orsøkir til at brosa og fegnast, tí væl gekst, tá ið allar Faxe Kondi-steypafinalurnar vóru á skránni fyri góðari viku síðani.

 

Men nú er gerandisdagur aftur, og menninir hava longu verið í dysti síðani steypafinaluna, og í annaðkvøld klokkan 20 skulu teir aftur spæla, umframt at kvinnurnar klokkan 18 spæla sín fyrsta dyst síðani steypagullið. Hann er forrestin ímóti steypafinalistunum í fjør, VÍF, sum tá høvdu venjaran, H71 hevur nú.

 

Fyri jól stóð fitt grein at lesa í Sosialinum, sum snúði seg um fimm systkin í Vestmanna, sum øll spæla í bestu deildini – Julian og Sjúrður við mansliðnum hjá VÍF og Agnas, Ingibjørg og Rannvá við kvinnuliðnum hjá VÍF. Foreldrini eru Bjørg og Ingi Olsen, og hann er nú venjari í Hoyvík.

 

“Tað verður eitt sindur serligt at spæla ímóti babba. Kanska er tað ein lítil fyrimunur hjá teimum, tí hann kennir okkum so væl. Men vit kenna eisini hann,” segði Agnas í samrøðuni um pápa sín, ið eisini hevði sínar tankar um nú at vera venjari hjá mótstøðuliðnum:

 

“Tað verður bara ein uppgáva, sum eg skal loysa so væl sum møguligt. Tá ið vit skulu fyrireika okkum til dyst ímóti VÍF, skal eg bara hugsa um tær sum spælarar og ikki sum mínar døtur,” segði Ingi í samrøðuni í Sosialinum.

 

Nú fáa vit so at síggja, hvør kennir hvønn best!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 annadam@bvs.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo