týsdagur, 2. mars 2021

Tvær ferðir H71-VÍF í kvøld


Skrivað hevur: H71

Eftir at landskappingin hjá monnunum hevur ligið í dvala síðani fyri jól og kappingin hjá kvinnunum síðani 10. januar, fer hon nú í gongd aftur. Høvuðsorsøkin hevur sjálvandi verið, at steypakappingin er avgreidd, og nú landskapping aftur er á skránni, er VÍF mótstøðuliðið hjá bæði kvinnum og monnum í okkara fyrstu heimadystum.

 

Kvinnurnar spæla klokkan 18 og menninir klokkan 20.

 

Felags fyri kvinnurnar og menninar hjá okkum er, at liðini bæði eru næstfremst í ávikavist SMS- og Burn-deildini, og í báðum førum hevur H71 tryggjað sær pláss í hálvfinalunum. Grundspælið gongur jú út uppá at finna fýra tey fremstu liðini, ið fara víðari til hálvfinalurnar, tá ið tey 18 umførini eru spæld.

 

Kvinnurnar havt munin

Serliga hava kvinnurnar hjá H71 staðið seg væl í dystunum higartil í ár ímóti VÍF í landskappingini, tí tær hava vunnið báðar sínar undanfarnu dystir ímóti VÍF rímiliga sannførandi – fyrst 38-32 heima og síðani 31-28 úti. Yvirhøvur kann staðfestast, at VÍF-kvinnurnar ikki hava staðið seg so væl higartil í landskappingini, tí í skrivandi løtu eru tær nummar fimm. Men hinvegin eru tær bara fýra stig aftan fyri StÍF, sum er nummar fýra og hevur spælt tveir dystir fleiri enn VÍF, sum tí ikki kann sigast at vera heilt uttan ein hálvfinalukjans.

 

Spurningurin er eisini, um tað verður líka lætt hjá H71 at syfta VÍF nú, sum tað var seinast í Hoyvík, tí tað hevur ligið á ljóði, at VÍF í landskappingarsteðginum hevur fingið styrk av evnaríkum spælarum úr kvinnuliðum í Havn. Hetta eru tó ikki váttað tíðindi, men lítið er at ivast í, at tað kemur væl við hjá VÍF at fáa styrk júst nú, tá ið seinastu tøkini skulu takast í kappingini um at sleppa upp í part millum tey síðstu fýra.

 

Tapt og vunnið

Fara vit so til menninar hjá okkum, so løgdu teir út við at vinna 29-25 í fyrra dystinum heima, men taptu so í Vestmanna við seks málum, 23-29, so teir hava í øllum førum hetta tapið at hevna týskvøldið, tá ið báðir dystirnir eru.

 

Mótstøðan má eisini sigast at vera so hørð, sum hon fær verið, tí tað er einki minni enn tað liðið, sum í skrivandi stund er oddalið í manskappingini, ið vitjar í Hoyvík. Ta støðuna hava teir í VÍF, eftir at teir hóskvøldið vóru í Havn og vunnu 28-20 á Kyndli, samstundis sum H71 inni á Skála vann 27-22 á StÍF.

 

Hóast tað gongur væl hjá vestmenningum í landskappingini, snávaðu teir av álvara í steypakappingini, har tað ikki hepnaðist teimum at koma víðari úr grundspælinum í hálvfinalurnar. Tí man eisini lítið vera at ivast í, at VÍF fer at leggja nógv fyri í restini av landskappingini, skal hetta kappingarárið bjargast. Og tað gera teir best við at vinna seg í hálvfinalurnar í FM-kappingini, og H71 kann tí vænta sær tilsvarandi harða mótstøðu frá gestunum, ið hava nógv upp á spæl. Okkara menn mugu í kvøld leggja alt fyri, skulu teir standa vestmenningum kurl í dystinum.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com