fríggjadagur, 5. mars 2021

Kvinnurnar í Vági í kvøld


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Landskappingin hjá okkara kvinnum er nú komin so mikið áleiðis, at dysturin í Vági í kvøld klokkan 18 ímóti VB er tann triðseinasti í grundspælinum. Og í rúma tíð hava vit vitað, at plássið í hálvfinalunum er tryggjað.

 

Hóast VB telist millum trý tey niðastu liðini, er eisini hetta ein dystur, ið hevur týdning, tí tað ræður um at standa seg sum best í grundspælinum. Enn er møguleiki at vinna grundspælið, so H71 fer sjálvandi eftir einum sigri í kvøld.

 

Liðini hava spælt tríggjar ferðir ímóti hvørjumøðrum, tvær ferðir í landskappingini, har H71 fyrru ferð vann 32-20 í Vági, men seinnu ferðina í Hoyvík mátti stríðast dúgliga, áðrenn tað eydnaðist at vinna 31-29. Í steypakappingini møttust liðini í Hoyvík, og ta ferðina vann H71 34-26.

 

Kyndil er á odda í SMS-kappingini við 27 stigum, og H71 hevur 23. Síðani koma Neistin við 19 og StÍF við 16, og hesi fýra hava longu tryggjað sær hálvfinaluplássini í FM-kappingini. Trý tey niðastu eru VÍF við 10, VB við níggju og Stjørnan við fýra stigum.

 

H71-kvinnurnar fara suður við Smyrli klokkan 13 og sleppa norðuraftur í kvøld klokkan 21 av Krambartanga, so hevur onkur hug at fara suður at hyggja og stuðla, er talan um ein fínan og ódrúgvan túr, tí tað ber til at sleppa heimaftur í kvøld.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com