fríggjadagur, 5. mars 2021
Kvinnurnar hjá H71 hava í kvøld suðuri í Vági vunnið ein tryggan sigur á VB. Dysturin endaði 29-21 til H71, sum var á odda 17-11 í hálvleikinum, og annars var á odda allan samlan dystin.
Beinanvegin fór H71 upp á 4-0 við góðum hugflogi og kvikum spæli, og tað var eisini gjøgnumgangadi fyri fyrra hálvleik, hóast VB fekk tikið seg eitt sindur nærri og ta einu løtuna bara var tvey mál aftanfyri.
Í seinna hálvleiki vóru millum sjey og níggju mál á muni allan vegin, hóast dygdin á spælinum hevði hug at dala í løtum og bæði lið gjørdu nógvar feilir. Seinna part av seinna hálvleiki fingu fleiri av okkara spælarum, ið kanska hava saknað minuttir, møguleikan á vøllinum.
Sigurin merkir, at H71 hevur 25 stig, sum eru tvey færri enn Kyndil, nú bæði lið hava tveir dystir eftir. Neistin, sum er seks stig aftan fyri H71 og hevur spælt ein dyst færri, er næsta mótstøðuliðið hjá okkara kvinnum.
Undan dystinum fingu Bogi Mortensen og Gurið Krosslá Augustinussen blómur frá spælarum hjá H71 í sambandi við, at tey bæði herfyri fingu heiður frá ÍSF – Gurið sum Ítróttarfyrimyndin 2020 og Bogi vegna Faroe Islands Handball Cup sum Ítróttarátakið 2020.
VB-H71 21-29 (11-17)
Málskjúttar: Jana Mittún 6, Marita Mortensen 5, Maria Halsdóttir Weyhe 4, Eva Barba Arge 3, Vár Bentsdóttir Zachariasen 3, Christina Turiðardóttir Arge 2, Elsa Egholm 2, Elisabeth Holm Simonsen 2, Sára Jacobsen 1, Lív Bentsdóttir Zachariasen 1
Støðan |
Dystir |
Vunnin mál |
Tapt mál |
Munur |
Stig |
---|---|---|---|---|---|
KYNDIL |
16 |
438 |
333 |
105 |
27 |
H71 |
16 |
476 |
423 |
53 |
25 |
NEISTIN |
15 |
426 |
348 |
78 |
19 |
STÍF |
16 |
449 |
452 |
-3 |
16 |
VÍF |
15 |
385 |
412 |
-27 |
10 |
VB |
16 |
378 |
480 |
-102 |
9 |
STJØRNAN |
16 |
396 |
500 |
-104 |
4 |
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
9. oktober
1. oktober
4. september
29. august
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |