6. mars 2021

KÍF knógvaði H71-monnunum


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Mansliðið hjá okkum mátti sum av torvheiðum heimaftur úr Kollafirði, har endaspurturin hjá KÍF gav heimaliðnum ein greiðan sigur, tá ið avtornaði.

Stórvegis munur var ikki á liðunum í fyrra hálvleiki, sum KÍF vann við tveimum málum. Og í seinna byrjaði at síggja heilt gott út hjá okkara monnum, sum komu á odda 20-19. Men tvær tættar útvísingar góvu KÍF møguleikan at koma afturíaftur, og kollfirðingar tóku av og fóru upp á 23-20.

 

Tað var tó ikki fyrr enn síðstu 10 minuttirnar, at H71 av álvara misti sambandi við KÍF, sum fekk nógv burtur úr síðstu løtuni, tá ið heimaliðið fekk sjey mál og H71 bara tvey.

 

Oddaliðið, VÍF, tapti við einum máli ímóti Neistanum, sum á Hálsi vann 30-29, og í hinum dystinum í dag vann Kyndil á Hálsi 24-16 á StÍF. Sostatt bendir nógv á, at Neistin og KÍF koma í FM-hálvfinalurnar saman við VÍF og H71, men enn hevur Team Klaksvík ikki útspælt sín møguleika, so tann spenningurin er til enn.

 

KÍF-H71 32-26 (18-16)

Málskjúttar: Peter Krogh 7, Leivur Mortensen 5, Niklas Højgaard Hanusson 4, Rúni Vest Højgaard 4, Hans Kári Hansen 2, Djóni Gaard Joensen 2, Hallur Biskopstø 1, Sveinur Olafsson 1

 

 

Støðan

Dystir

Vunnin mál

Tapt mál

Munur

Stig

VÍF

16

494

412

82

26

H71

16

443

392

51

23

NEISTIN

16

474

437

37

19

KÍF

16

425

411

14

18

TEAM KLAKSVÍK

16

448

470

-22

14

KYNDIL

17

382

451

-69

8

STÍF

17

405

498

-93

6

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 annadam@bvs.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo