hósdagur, 11. mars 2021

H71-Neistin spæla í kvøld


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Ein spælari hjá VÍF er orsøk til, at kvinnudysturin millum H71 og Neistan, sum skuldi verða í Hoyvíkshøllini leygardagin, er framskundaður til í kvøld klokkan 19!

Upprunaliga skuldi næstseinasti dysturin í grundspælinum, sum er ímóti Neistanum, verða spældur leygardagin. Men serligar umstøður hava nú gjørt, at dysturin er framskundaður til at vera í Hoyvíkshøllini í kvøld klokkan 19.

 

So løgið tað kann ljóða, so er orsøkin til flytingina hjá H71 og Neistanum, at ein spælari hjá VÍF skal giftast! Tað er Agnas Olsen, dóttir venjaran hjá okkara kvinnum, Inga Olsen, sum skal giftast leygardagin, og fyri at hann skal sleppa at halda dagin hondbóltsfrían saman við brúðarparinum, er dysturin fluttur.

 

Ingi Olsen og Kári Horn skiftu orð um málið fyri tveimum vikum síðani og komu ásamt um, at tað bar til at framskunda dystin til í kvøld klokkan 19. Tá ið feløgini bæði vóru samd, tók eisini kappingarnevndin hjá Hondbóltssambandinum undan við flytingini.

 

– Tá ið eg nokk so knappliga gjørdist venjari hjá H71, vóru hesar ætlanir longu lagdar, so tí kom væl við, at tað bar til at flyta dystin, sigur H71-venjarin, sum tí púra róliga bæði kann gleða seg til dystin í kvøld og brúdleypið leygarkvøldið!

 

Undan dystinum í kvøld er H71 næstfremst við 25 stigum, fýra stig aftan fyri oddaliðið, Kyndil, og Neistin er á triðja plássi við 21 stigum. Greitt er, at hesi trý saman við StÍF á fjórða plássi við 16 stigum eru komin í hálvfinalurnar.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com