hósdagur, 11. mars 2021

Komu sterkt aftur til endans


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Tað tók sína tíð at bíða í kvøld, men øll líðingin í 58 minuttir var tað verd, tá ið alt nú endaði so gott!

H71 kom á odda 1-0 í fyrsta minutti, men so var eisini alt sagt um H71-leiðslu í dystinum – altso, líka til heilt ímóti endanum, tá ið tað endiliga koppaði rætta vegin. Serstakliga stuttligt var at síggja, hvussu kaldar og avgjørdar okkara vóru, tá ið møguleikin umsíður var har!

 

Satt at siga kendist tað ikki sørt sum at stjala bomm frá børnum, tá ið H71 megnaði at strúka avstað við øllum í evstu løtu, eftir at Neistin ígjøgnum allan dystin við trimum, fýra og enntá fimm málum í leiðslu.

 

Fyrst legði Elsa H71 á odda 24-23, tá ið tveir minuttir vóru eftir, og so skjótt sum Neistin hevði javnað, skjeyt Maria okkum framum av nýggjum til 25-24. Nú ráddi um at spæla kortini skilagott, skuldi vendin í dystinum verða standandi.

 

Fantastiskur endaspurtur

Tá ið tað so eydnaðist at forpurra møguleikan hjá Neistanum at javna aftur, var “time-out” við tíðini 29:16 ein sera skilagóð loysn frá okkara venjaratoymi, og tað skuldi eisini vísa seg at betala seg aftur væl og virðiliga.

 

H71 varðveitti kyniskt bóltin á hondum hetta seinasta álopið, og tá ið bara 15 sekund vóru eftir, var tað Durita, sum frá strikuni slapp at seta punktum og enda dystin. Við tveimum málum á muni kundi sigurin ikki hóttast!

 

Frøin var stór og gleðin um minst at hava tryggjað sær annaðplássið sást skilliga á H71-kvinnunum, sum allar smíltust um alt fimmoyrað. Nú verður spennandi at síggja, hvat hendir í seinasta dystinum í grundspælinum, sum verður á heimavølli sunnudagin 28. mars.

 

H71-Neistin 26-25 (12-15)

Málskjúttar: Maria Halsdóttir Weyhe 7, Jana Mittún 6, Durita Toftum 4, Elsa Egholm 3, Brynhild Pálsdóttir 2, Eva Barba Arge 2, Christina Turiðardóttir Arge 1, Marita Mortensen 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com