týsdagur, 30. mars 2021

Simon tekur eitt ár aftrat


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Venjarin hjá okkara besta mansliði, Simon Olsen, stórtrívist saman við familjuni í Føroyum, og nú hevur hann gjørt sáttmála við H71 um enn eitt ár sum venjari, har hann eisini skal vera við til at styrkja barna- og ungdómsvenjingina í felagnum.

– Eg havi valt at leingja sáttmálan við H71, tí tað gevur góða meining. Vit eru sum familja fallin sera væl til, og sjálvur stórtrívist eg ítróttarliga her.

 

Tað sigur mansvenjarin, Simon Olsen, sum í fjørsummar við familju síni flutti til Føroya, tí ein hondbóltsavbjóðing sum venjari hjá mansliði okkara lokkaði. Familjan telur unnustuna, Sanne, og synirnar, Malthe og Theo, umframt dóttrina, Vilde.

 

– Tvey ára gamla dóttir okkara tosar bara føroyskt, og synirnir eru eisini komnir sera væl eftir tí og tosa føroyskt flótandi. Ja, veruleikin er tíverri tann, at eg mestsum eri eftirbátur í familjuni, tí sjálvt Sanne hevur betur tak á tí enn eg, flennir dámligi venjarin, sum altso saman við familjuni tekur eitt ár aftrat í Hoyvík.

 

Umframt at halda fram at venja mansliðið, fær Simon eisini ein nýggjan leiklut sum samskipandi ítróttarstjóri, ið serliga skal royna at menna barna- og ungdómsvenjingina.

 

– Tað merkir, at vit fáa ein ella tveir løntar ungdómsvenjarar inn aftrat, so vit kunnu halda fram við tí góða barna- og ungdómsarbeiði, sum longu er í felagnum. Vit vilja hava sum mest burtur úr teimum umstøðum og kørmum, vit hava, so vit til eina og hvørja tíð eru tað best hugsandi tilboðið til ungdómin, ið vil íðkja ítrótt, sigur hann.

 

– Fyri at røkka tí málinum, skulu vit finna ein ella tveir venjarar, sum vilja leggja tíð og orku í at menna tað unga fólkið hjá okkum, og eg komi so yvirskipað at hava ábyrgd av arbeiðinum. Vit eru komin væl áleiðis við at seta ein venjara og skulu nokk finna ein aftrat.

 

Sær møguleikar

Simon Olsen leggur stóran dent á, at H71 eigur at vera eitt hondbóltsfelag, har tú bæði mennist sum menniskja og hondbóltsspælari, so tí hevur tað nógv at siga fyri hann, at felagið hevur eitt dygdargott tilboð at bjóða.

 

– Og tá ið vit tosa um fremsta mansliðið, so síggi eg framvegis stórar og spennandi møguleikar í tí, so eg vóni, at eg kann vera við til at lyfta liðið eitt stig longur upp hetta komandi árið. Eg veit, at tað verður spennandi og avbjóðandi, bæði menniskjansliga og ítróttarliga, men tað er júst tað, ið dregur mest, sigur hann.

 

Ikki kann sigast annað, enn at væl hevur ligið fyri hetta fyrsta kappingarárið, tí úrslitini higartil vísa, at menninir hava vunnið gull í steypakappingini og longu hava tryggjað sær pláss í hálvfinalunum, nú tað er sjálvt føroyameistaraheitið, ið stendur upp á spæl.

 

Tá ið hann og familjan upprunaliga valdu at koma hendavegin, taldi tað kanska uppeftir í roknistykkinum, at hann frá fyrr av kendi Peter Krogh, sum er úr somu kommunu, so Simon stóð ikki púrasta á berum, tá ið hann skuldi royna seg í føroyskum hondbólti. Nú hevur hann so roynt dastið av tí fyrsta árinum og hevur tikið av, nú møguleiki var fyri at halda fram.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com