mikudagur, 31. mars 2021

Kvinnurnar eru deildarmeistarar


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Eftir sigurin á Kyndli í seinasta dysti í grundspælinum, fingu H71-kvinnurnar handaðan platt sum tekin um, at tær eru deildarmeistarar hjá kvinnum.

Kvinnurnar høvdu ein góðan endaspurt, tá ið tær í kvøld í seinasta dystinum í grundspælinum megnaðu at vinna á Kyndli, sum annars tað mesta av kappingini hevur verið oddalið. Sostatt endaði H71 ovast á stigatalvuni eftir tey 18 umførini og kann prýða seg við heitinum deildarmeistari.

 

H71 vann við fýra málum, 27-24, og longu frá fyrsta bríksli sást, at hesin dysturin skuldi vinnast. Byrjanin segði 4-0, men Kyndil kom so líðandi meira við og var fyrst í seinna hálvleiki eina løtu á odda við einum máli.

 

Men so setti H71 meira ferð á og var fyri tað mesta eitt og tvey mál frammanfyri. Tá ið tað hevði hug til at standa eitt sindur á, vóru okkara málverjar góðir og tóku tað, ið takast skuldi. Ímóti endanum slitnaði millum liðini, so tað bleiv ein sannførandi heimasigur, tá ið avtornaði.

 

Við sigrinum yvirhálaðu okkara kvinnur Kyndil í seinastu tøkunum, tí hóast liðini bæði hava 29 stig, hevur H71 vunnið tveir av trimum dystum innanhýsis, so tí kundi liðið eftir dystin eisini taka ímóti platti, ið staðfestir, at H71 er deildarvinnari hjá kvinnum kappingarárið 2020/21.

 

Nú bíða so dystirnir í ovara endaspælinum, ið skulu spælast ímóti StÍF, og samlaði vinnarin kemur so í FM-finaluna, har mótstøðuliðið verður annaðhvørt Kyndil ella Neistin.

 

H71-Kyndil 27-23 (12-11)

Málskjúttar: Maria Halsdóttir Weyhe 6, Marita Mortensen 6, Jana Mittún 5, Elisabeth Holm Simonsen 3, Durita Toftum 2, Eva Barba Arge 2, Bjørk Brimnes 1, Christina Turiðardóttir Arge 1, Lív Bentsdóttir Zachariasen 1

 

 

Støðan

Dystir

Vunnin mál

Tapt mál

Munur

Stig

H71

18

529

471

58

29

KYNDIL

18

488

382

106

29

NEISTIN

18

511

425

86

23

STÍF

18

507

501

6

18

VÍF

18

468

489

-21

12

VB

18

421

546

-125

9

STJØRNAN

18

452

562

-110

6



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com