2. apríl 2021
H71 hevur fýra lið við í hálvfinalunum hjá kvinnum og monnum, sum verða avgreiddar í hesum døgum.
Mansliðini hjá H71 vóru longu í eldinum mikukvøldið, tá ið serliga dysturin í Kollafirði millum KÍF og H71 gjørdist ein av teimum, ið seint verður gloymdur. Bara 11 sekund vóru eftir, tá ið H71 við støðuni 26-26 fór í álop og megnaði at tryggja sær sigurin, tá ið Pætur Thomsen í allarseinasta sekundunum sendi bóltin í málið, so H71 vann 27-26!
H71 2, sum er komið við, so fýra lið eisini kunnu vera í niðara endaspælinum, var á útivølli ímóti Team Klaksvík, ið vann við tíggju málum, 34-24. Í veruleikanum eitt slett ikki so galið úrslit, tí í síðstuni hava klaksvíkingarnir ment seg nógv og kunnu hótta tey flestu av frægaru liðunum.
Allir dystirnir skulu avgerast, so stendur á jøvnum, verður fyrst umdystur tvær ferðir fimm minuttir, og stendur framvegis á jøvnum, verður dysturin avgjørdur við brotskastskapping. Vinna liðini hvør sín dyst, verður tann triðja hálvfinalan avgerandi fyri, hvør vinnur samanlagt og sleppur víðari.
KVINNUR
Leygardagin 3. apríl
13.00 VÍF-H71 2 (niðara hálvfinala 1)
17.30 H71-StÍF (FM-hálvfinala 1)
Mánadagin 5. apríl
16.00 H71 2-VÍF (niðara hálvfinala 2)
Týsdagin 6. apríl
18.00 StÍF-H71 (FM-hálvfinala 2)
Hósdagin 8. apríl
19.00 VÍF-H71 2 (møgulig niðara hálvfinala 3)
20.00 H71-StÍF (møgulig FM-hálvfinala 3)
MENN
Leygardagin 3. apríl
15.30 H71 2-Team Klaksvík (niðara hálvfinala 2)
20.00 H71-KÍF (FM-hálvfinala 2)
Týsdagin 6. apríl
18.00 Team Klaksvík-H71 2 (møgulig niðara hálvfinala 3)
Mikudagin 7. apríl
20.00 H71-KÍF (møgulig FM-hálvfinala 3)
11. apríl
10. apríl
9. apríl
6. apríl
3. apríl
2. apríl
31. mars
30. mars
29. mars
11. mars
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | annadam@bvs.fo | |
René Dahl Olesen | 235930 | renedahlolesen@gmail.com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | emys@olivant.fo | ||
Sonja Mørkøre | 223663 | sonjamorkore@gMail.com | ||
Ivan Fossabrúgv | 239611 | ifossabrugv@gMail.com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | ann-mari@olivant.fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | simun@vh.fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | eyjo@taks.fo | ||
Annika á Steig Egholm | 581319 | annikasteig@hotmail.com | ||
Ábyrgd av heimasíðu | ||||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | ann-mari@olivant.fo |