3. apríl 2021
Eisini seinni dysturin ímóti KÍF endaði við teprum sigri, og tí er H71 í FM-finaluni hjá monnum. Kvinnurnar taptu hinvegin sína fyrsti hálvfinalu ímóti StÍF.
Tað gjørdist ikki til eina endurtøku av endaspurtinum í dystinum í Kollafirði, men fyri tað var talan um enn ein sera javnan og spennandi dyst, har H71 síðstu seks minuttirnar fekk vent tapi til sigurs.
Hesaferð stóð enntá tap í hendi, tá ið seks minuttir vóru eftir, tí KÍF var á odda 21-19. Men við fýra málum á rað kom H71 framum 23-21 við minni enn einum minutti eftir at spæla, og hóast KÍF til endans fekk eitt mál aftrat, fluttist sigurin ikki.
Sostatt hevur H71 við tveimum teprum sigrum – fyrst 27-26 í Kollafirði og nú 23-22 – vunnið seg í FM-finaluna, har mótstøðuliðið verður annaðhvørt VÍF ella Neistin.
Burn: H71-KÍF 23-22 (10-10)
Málskjúttar: Djóni Gaard Joensen 8, Peter Krogh 3, Leivur Mortensen 3, Rúni Vest Højgaard 2, Sveinur Olafson 2, Pætur Thomsen 2, Baldur Gillason 1, Poul Símun í Garði 1, Bogi Hansen 1
BRENDU OV NÓGV
Verri gekst hjá kvinnunum, sum í kvøld spældu sína fyrstu hálvfinalu ímóti StÍF á heimavølli. Her fóru nógvir kjansir fyri skjeytið – bæði, tí StÍF-málverjin stóð væl, og tí skotini verri enn so altíð vóru tey bestu.
Men ikki eru allar súðir syftar, tí liðini hittast aftur á Skála týskvøldið, tá ið tað vónandi eydnast at vinna, so vit fáa eina altavgerandi finalu um FM-finaluplássið í Hoyvík hóskvøldið.
SMS: H71-StÍF 21-24 (9-11)
Málskjúttar: Jana Mittún 6, Maria Halsdóttir Weyhe 6, Marita Mortensen 5, Brynhild Pálsdóttir 2, Eva Barba Arge 1, Durita Toftum 1
11. apríl
10. apríl
9. apríl
6. apríl
3. apríl
2. apríl
31. mars
30. mars
29. mars
11. mars
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | annadam@bvs.fo | |
René Dahl Olesen | 235930 | renedahlolesen@gmail.com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | emys@olivant.fo | ||
Sonja Mørkøre | 223663 | sonjamorkore@gMail.com | ||
Ivan Fossabrúgv | 239611 | ifossabrugv@gMail.com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | ann-mari@olivant.fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | simun@vh.fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | eyjo@taks.fo | ||
Annika á Steig Egholm | 581319 | annikasteig@hotmail.com | ||
Ábyrgd av heimasíðu | ||||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | ann-mari@olivant.fo |