6. apríl 2021

Kvinnurnar fullu á Skála


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Tíverri bar ikki á mál í aðru hálvfinaluni í kvøld, so tað skuldi bera til at fáa eina triðju. StÍF, sum vann 24-21 í fyrru finaluni í Hoyvík, vann aftur í kvøld á H71 – hesaferð eftir javnleik og umdyst.

Tað byrjaði annars so væl hjá H71-kvinnunum, sum í høllini á Skála beinanvegin løgdu seg á odda. Og hóast málini vóru fá ta fyrstu løtuna, var tað H71, sum bygdi uppá og sá út til at leggja lunnar undir ein sigur, tá ið hálvleiksleiðslan var 13-9.

 

Í seinna hálvleiki økti H71 upp í 17-10, men kortini slapp StÍF spakuliga innaftur í dystin og megnaði at koma upp á javnt, so tá ið teir 60 minuttir vóru farnir, stóð á jøvnum 19-19.

 

Dysturin skuldi avgerast, so spælast skuldi umdystur upp á tvær ferðir fimm minuttir. Eisini her megnaði StÍF betur at ríða á viðgongdini, og hóast H71 svaraði væl aftur, gjørdist einki, tá StÍF fá sekund fyri dystarlok skoraði til 23-22.

 

Sostatt eru strandakvinnur komnar í FM-finaluna, sum verður ímóti vinnaranum av triðju hálvfinaluni hóskvøldið millum Kyndil og Neistan, meðan okkara kvinnur leygardagin skulu spæla um bronsuna ímóti taparanum. Tað gekk altso ikki hesaferð, men eingin ivi skal vera um, at H71 kemur sterkt aftur!

 

StÍF-H71 23-22 (9-13)

Málskjúttar: Maria Halsdóttir Weyhe 8, Marita Mortensen 6, Jana Mittún 4, Elsa Egholm 3, Eva Barba Arge 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 annadam@bvs.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo