18. september 2013

Innbjóðing til dómaraskeið


Skrivað hevur: Hondbóltssamband Føroya

Hondbóltssambandið bjóðar til dómaraskeið:

** Dagført 20. september 2013 kl. 20:10: HSF boðar frá, at hetta skeiðið er avlýst orsakað av, at ov fá hava meldað til. Boðini eru her.

---
Hey tit,
Dómaraskeið verður í ÍSF-húsinum leygardagin 21. sep 2013.

Dentur verður lagdur á grundleggjandi hondbóltsreglur, eins og vanliga dómarapraksis.

Byrjað verður kl. 09 við morgunmati.

Tað er dómaranevndin saman við HSF, sum stendur fyri tiltakinum.

HSF vónar, at feløgini bakka upp um átakið og senda fólk til skeiðið. Vit ásanna, at átrokandi tørvur er á nýggjum og yngri dómarakreftum til kappingina í vetur.
Nú mugu feløgini kenna sína vitjunartíð og finna tey fólkini, sum vanliga døma í felagnum og senda tey á skeið.

Um vit ikki fáa stóru feløgini, at seta fólk við, sum kunnu takað eina hond í við døming í vetur, so er væntandi, at kappingin ikki verður gjøgnumførd á tann hátt, hon vanliga verður. Hugsandi kann blíva, at stórur partur av kappingini kann koma at verða dømdur av feløgunum sjálvi. Hvar eru vit tá?

Tilmelding fer fram við at ringja til 289669 ella við telduposti til hsf@hsf.fo í seinasta lagi hóskvøldi 19. sep.

Vónandi síggja vit nøkur andlit frá tykkara felag leygarmorgunin.

Vinarliga
Kristian Johansen



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo