leygardagur, 10. apríl 2021

Kvinnurnar søguliga bronsu


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Bronsufinalan kendist sum alt kappingarárið kókað niður í ein supputerning, har tað byrjaði so væl hjá okkara kvinnum, men næstan endaði við at dovna burtur í einki

Men hóast dysturin ímóti Kyndli um triðjaplássið í kappingini henda veturin ikki var so minnisverdur annars, gav hann eitt úrslit, ið enn einaferð fekk H71-kvinnurnar at skriva seg inn í søgu felagsins.

 

Gamaní, høvdu vit øll somul ynskt okkum at spælt FM-finalur og ikki minst at vunnið tær, kundu vit fegnast um, at bronsan hesaferð altso var tann fyrsta medaljan, kvinnuliðið vinnur í landskappingarhøpi. Ein søgulig medalja, hóast alt!

 

Sum sagt, byrjaði dysturin eftir vanliga leistinum, har tað spakuliga gjørdist H71, ið tók leiðsluna og enntá hevði hug til at økja hana í stigum.

 

Trý mál vóru á muni í hálvleikinum, men fyrsta triðingin av seinna hálvleiki slapp Kyndil at vinna seg upp á javnt og enntá at yvirhála. H71 svaraði aftur eina løtu, men slapp ikki heilt frá Kyndli, so tað var ikki næstan heilt til endans, at vit kundu anda útaftur.

 

Eitt mál var á muni og vit høvdu munin, so tí gjørdust tað H71-kvinnurnar, ið kundu standa eftir við heiðursmerkjum um hálsin. So langt kom tað ongantíð seinasta kappingarár, tá ið endin á kappingini varð avlýstur, men vónandi fer næsta ár at bera til at veksla bronsuna við okkurt annað slag…

 

H71-Kyndil 28-27 (17-14)

Málskjúttar: Jana Mittún 8, Marita Mortensen 8, Brynhild Pálsdóttir 4, Maria Halsdóttir Weyhe 3, Durita Toftum 3, Vár Bentsdóttir Zachariasen 2



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com