11. mai 2021

Marita til Danmarkar at spæla


– Eg ætli mær at satsa upp á hondbóltin, sigur Marita Mortensen, sum nú tekur stigið frá H71 til danska Vendsyssel Håndbold.

Fyri nøkrum døgum síðani gjørdist greitt, at Marita Mortensen spælir ikki við H71 komandi kappingarár, tí hon fer til Danmarkar at royna eydnuna í Vendsyssel Håndbold, sum spælir í næstbestu kvinnudeildini.

 

– Fyri at mennast sum spælari hevði hug at fara av landinum, og eitt skifti var upp á tal at fara til Íslands. Men so setti ein umboðsmaður seg í samband við meg, og tað endaði við at gerast eitt danskt felag, greiðir Marita frá.

 

– Har vóru fleiri møguleikar, men Vendsyssel Håndbold gjørdist so endaliga valið hjá mær. Eg ætli mær at satsa upp á hondbóltin, so hetta næsta árið skal eg gera nógv við at spæla og so hava eitt arbeiði aftrat.

 

Vendsyssel Håndbold, sum hevur havt landsliðsspælararnar, Bjartu Johansen og Pernille Brandenborg, í hópinum, hevur spælt í bestu deildini farna kappingarárið, men flutti niður, og nýggi venjarin vil nú hava ungar spælarar – sum eitt nú 20 ára gomlu Maritu – at hjálpa felagnum uppaftur.

 

Mennast sum spælari

– Venjarin hjá teimum er Olivera Kecman, sum annars hevur verið venjari í SønderjyskE Damehåndbold í 15 ár, so hon hevur drúgvar royndir og var fyri meg ein góð orsøk til at velja júst Vendsyssel, sigur Marita.

 

– Eg havi havt góðar samrøður við hana, og hon ljóðar sera sannførandi og vil fegin menna meg sum spælara. Tað trúgvi eg uppá og so vóni eg, at eg kann fáa nógv burturúr.

 

Men hvat nú við europeiska hondbóltinum, ið stendur fyri framman hjá H71?

 

– Ja, eg veit, at tað fái eg tíverri ikki við, men einki gerst við tað. Eg vóni bara, at tær fara inn í tað við fullari styrki og standa seg væl, sigur Marita at enda.

 

H71 ynskir eisini fyri Maritu, at hon fer at standa seg væl, nú hon fer at royna nýggjar leiðir í donskum hondbólti!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 annadam@bvs.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo