hósdagur, 19. september 2013

Tilfar til faldara og heimasíðu felagsins


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Áheitan um at fáa tilfar

Hey allir H71arir

Um ikki so longi byrjar kappingarárið 2013-14, fyrst í eldru deildunum, síðani hjá ungdóminum.
Í samband við fyrsta heimadystin, sum verður mikudagin 9. oktober ímóti Neistanum, kemur fyrsti faldarin fyri kappingarárið út.

Umframt Venjarafrágreiðing og Oddagreinina og nakrar myndir, hartil nøkur fakta um AA-støðuna og komandi dystir, hava vit nøkur gestaskrivandi at taka til.

Men felagið vil somuleiðis øgiliga gjarna hava tilfar frá íðkandi og avvarðandi. Tístaðni heita vit á tykkum um at koma við tilfari, myndum uppíroknað.
Tí H71 er, ikki tykkum at siga, minst líka nógv um ungdóm sum bestudeild.
Og at síggja seg sjálvan, og lesa um seg sjálvan, er sera stuttligt hjá børnunum--solongi sum tey ikki byrja at síggja seg sjálvi sum nakrir rættindis mini-Gudar.

Við tilfari meinast ein lítil dystarfrásøgn, sum ikki krevur nakran hondbóltskunnleika yvirhøvur, bara vanligt vit og skil og interessu. Ikki bara, hvør skorar mest, men hvør stríðist mest. Hvør var góður í verjuni, at málmaðurin tók nakrar avgerandi bóltar. At andin á liðnum var góður, og at sálarliga akkerið á liðnum var hann ella hon, bæði á og uttan fyri vøllin.
Skuldi onkur farið á onkra venjingarlegu, vælsignað!, komið tá við nøkrum fittligum myndum.

Tað sama ger seg galdandi fyri heimasíðuna, har aðrir miðlahentleikar sosum videobrot eru møgulig.

Tilfar skal sendast h71faldarin@gmail.com. Vit takka fyri og ynskja øllum eitt stuttligt og gevandi kappingarár.

H71



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com