mikudagur, 19. mai 2021
Elias Ellefsen á Skipagøtu er fyrsti føroyingur, ið er svenskur meistari í manshondbólti. Tað gjørdist hann í gjárkvøldið við felag sínum, IK Sävehof.
Í dag fyllir Elias Ellefsen á Skipagøtu 19 ár, men einki er at siga til, at dagurin í gjár óivað framvegis er fremst í tankunum – og helst eisini í nakrar dagar aftrat.
Tað var í gjárkvøldið, at Elias saman við liðfeløgunum í IK Sävehof vann svenskara meistaraheitið í manshondbólti, tá ið tað í triðju SM-finaluni – spælt varð best av fimm – eydnaðist at vinna 30-27 á Skövden HF, eftir at Elias og teir vóru á odda 14-11 í hálvleikinum.
Sostatt vann IK Sävehof allar tríggjar finalurnar, har tað var sera javnt í tí fyrstu, avsmurningur í tí næstu og nú ein sigur við trimum málum. Burtursæð frá heldur treku byrjanini í heyst hevur IK Sävehof sitið á mestsum øllum ígjøgnum veturin, so nú var ikki annað væntandi, enn at gullið endaði í Partille.
Sum ikki einaferð, átti Elias sín part í sigrinum, og tá ið tjúgu minuttir vóru farnir, skoraði hann eitt av sínum fýra brotskastsmálum, so IK Sävehof fór trý mál framum og ikki varð tikið aftur. Haraftrat vann hann liðnum fleiri brotskøst, ið samstundis kostaðu Skövde HF útvísingar.
Vit stórfegnast við okkara unga stjørnuskoti, ið veruliga hevur gjørt vart við seg fyrsta kappingarárið í svenskum topphondbólti, og H71 ynskir Eliasi hjartaliga tillukku við árinum í dag og hjartaliga tillukku við svenska meistaraheitinum!
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |