mánadagur, 28. juni 2021

H71 eigur sjey av 16 spælarum


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Ikki færri enn sjey av spælarunum á U19-landsliðnum eru frá H71, og hóast sín unga aldur, hava allar eisini royndir frá okkara besta kvinnuliði.

Landsliðsvenjararnir hjá U19-kvinnunum, Mark Lausen-Marcher og Johan Hofgaard, hava tikið út liðið til Euro Championship-kappingina hjá kvinnum, sum verður í Norðurmakedonia í døgunum frá 10. til 18. juli.

 

Tað, sum vit í H71 kunnu fegnast nógv um, er at ikki færri enn sjey av teimum 16 úttiknu spælarunum eru H71-arar: Jana Mittún, Sára Jacobsen, Rúna Jógvansdóttir Larsen, Brynhild Pálsdóttir, Elsa Egholm, Lív Bentsdóttir Zachariasen og Vár Bentsdóttir Zachariasen.

 

Hóast enn ungar á aldri, so eru hetta alt spælarar við royndum frá okkara besta kvinnuliði, so úttøkan kann fyri okkara viðkomandi ikki síggjast sum annað enn ein blástempling av góðum og miðvísum arbeiði í felagnum, og tað fegnast vit sjálvandi um.

 

Í kappingini skulu Føroyar spæla ímóti Kosovo sunnudagin 11. juli, ímóti Norðurmakedinia mánadagin 12. juli, ímóti Bosnia-Herzegovina mikudagin 14. juli og ímóti Hollandi hósdagin 15. juli.

 

Dystirnir um plaseringarnar verða spældir leygardagin 17. juli og sunnudagin 18. juli. So er bara at vóna, at tað hepnast føroysku kvinnunum so mikið væl, at tær røkka langt í kappingini og vinna sær eitt gott pláss.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com