mánadagur, 19. juli 2021

Europa Cup-lutakast í morgin


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

H71 er við í pottinum hjá bæði kvinnum og monnum fyrrapartin í morgin, tá lutakast er um dystirnar í komandi EHF Europa Cup-kappingini.

Menninir royndu seg í fyrraárið, tá ið slovenska RK Maribor Branik kom til Føroya at spæla báðar dystirnar og tað eydnaðist at vinna tann fyrra. Nú skulu teir aftur royna seg og hesaferð skulu kvinnurnar eisini spæla Europa Cup.

 

– Hóast tað beinanvegin verður ein spurningur um fígging, so halda vit, at hetta er tað, sum skal til, um vit veruliga vilja menna felagið, føroyskan hondbólt og flyta okkum fram á leið. Vit hava eisini tann fyrimunin, at vit kunnu byggja á royndirnar frá 2019, tá ið tað eydnaðist øgiliga væl at hýsa báðum dystunum her, sigur H71-forkvinnan, Anna Dam.

 

– Tað er sera gevandi fyri spælararnar at fyrireika seg til og at spæla slíkar dystir, tí við hesum koma bæði kvinnurnar og menninir at hava nakað meira at venja fram ímóti longu um summarið, so vit vóna, at hetta kann verða ein gularót hjá øllum at fara eftir.

 

Sum sagt, so verður lutakastið í morgin, og har er H71 eitt av 74 liðum hjá monnum og eitt av 57 liðum hjá kvinnum, so sera spennandi verður at síggja, hvørji mótstøðuliðini verða.

 

Lutakastið, sum verður í Wien fyrrapartin í morgin klokkan 10, kann síggjast hjá europeiska hondbóltssambandinum, EHF, bæði á Youtube og á Facebook.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com