týsdagur, 20. juli 2021

H71 í europeiska eldin í oktober


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Kvinnurnar fáa norðurmakedonska mótstøðu og menninir norska í komandi EHF Europa Cup-kappingini.

Lutakastið var í Wien í morgun, og fyri H71 var hetta sera spennandi, tí bæði kvinnu- og mansliðið taldust millum teirra, ið vóru í pottinum. Og kanska gjørdist lutakastið heldur ikki so galið.

 

Kvinnurnar, sum fyri fyrstu ferð nakrantíð skulu spæla europeiskar dystir, fingu í lutakastinum norðurmakedonska liðið, WHC Cair Skopje, sum síðsta kappingarár gjørdist nummar fýra í landskappingini í Norðurmakedonia.

 

Og menninir, sum fyri fyrstu ferð royndu seg í europeiskum dystum í fyrraárið, har tað eydnaðist at vinna annan av tveimum dystum ímóti slovenska RK Maribor Branik, fingu hesaferð norska felagið, Drammen HK, sum var triðfremst í norsku kappingini síðsta kappingarár.

 

Fyribils ásettu dystardagarnir hjá bæði kvinnum og monnum eru 16./17. oktober til fyrra dystin og 23./24. oktober til seinna dystin. Feløgini kunnu avtala at spæla báðar dystirnar sama vikuskifti, sum gjarna er ein bíligari loysn.

 

Tá verða dystirnir oftast spældir á sama stað, eins og í fyrraárið, tá ið RK Maribor Branik kom til Føroya at spæla báðar dystirnar ímóti H71, og óivað verður farið eftir at fáa í øllum førum annaðhvørt kvinnu- ella mansdystirnar í Føroyum.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com