4. august 2021

Drammen er sterkt mótstøðulið


Okkara egni Helgi Hildarson Hoydal, sum hevur spælt í norskum hondbólti síðani 2018, vónar, at hoyvíkingar fara at geva Drammen HK ein skarpan gang í komandi EHF Europa Cup-kappingini.

Helgi Hildarson Hoydal hevur síðani á sumri 2018 verið knýttur at norska felagnum, Viking, sum er heimahoyrandi í Stavanger, og hevur hann higartil spælt 57 dystir fyri Viking og skotið 190 mál.

 

Farna kappingarár spældi Viking í bestu deildini, men mátti eftir tveir dystir ímóti Natterøy flyta niður í næstbestu norsku deildina. Men Helgi kennir væl til Drammen HK frá bestu deildini og hevur fleiri ferðir spælt ímóti komandi mótstøðuliðnum hjá H71.

 

– Hetta er eitt lið, sum hevur bjóðað av í toppinum í bestu norsku deildini seinastu árini. Drammen HK hevur navnframa Kristian Kjelling sum venjara, og hevur góðar spælarar á øllum plássum, sigur Helgi, sum er liðskipari hjá Viking og heldur fram hóast niðurflytingina.

 

Nógvar pengar

– Drammen HK endaði á triðja plássi farna kappingarár, men setur sær hægri mál. Men hóast liðið er gott, verður stuttligt at síggja, um hoyvíkingar klára at geva teimum ein skarpan gang.

 

Strikuspælarin á føroyska hondbóltslandsliðnum leggur aftrat, at Drammen HK er eitt lið, sum er eitt sindur umstrítt og at ikki øllum dámar tað líka væl.

 

– Har eru nógvir pengar og Drammen HK verður av mongum sæð sum eitt keypifelag, sigur Helgi Hildarson Hoydal at enda við H71-heimasíðuna.

 

Sum skilst, verður talan ikki um endurtøku av avtaluni í fyrraárið, tá ið H71 fekk báðar dystirnar til Føroya, so hesaferð verður heimadysturin hjá monnunum spældur í Føroyum og útidysturin í Norra.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 annadam@bvs.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo