6. august 2021

U17-landsliðið tvey ár eldri…


Henda mánaðin skal U19-landsliðið av landinum til tvær kappingar – fyrst Scandinavian Open og so EHF Championship-kappingina.

Tvey ár eru liðin, síðani føroyska U17-landsliðið í manshondbólti tók mong á bóli við at vinna European Open-kappingina, sum var í Göteborg í Svøríki – enntá við at smyrja svensku vertirnar av í sjálvari finaluni.

 

Nú eru U17-menninir sjálvandi tvey ár eldri og nógvar royndir ríkari, og nú eru teir bulurin á U19-landsliðnum, sum í dag leggur til brots í tí fyrru av tveimum kappingum uttanlands henda mánaðin.

 

Hesaferð eru 12 av teimum 16, ið vunnu fyri tveimum árum síðani, við í hópinum, sum landsliðsvenjararnir Mark Lausen-Marcher og Julian Johansen hava tikið út, og hartil eru so fimm nýggir mans eru komnir aftrat.

 

Í dag klokkan 16 spæla teir fyrsta dystin í Scandinavian Open í Lund í Svøríki, og er hann ímóti Norra. Í morgin klokkan 17 er Svøríki mótstøðuliðið og sunnudagin klokkan 09 er tað Danmark. Dystirnir kunnu síggjast á live.hsf.fo.

 

Seinni henda mánaðin, frá 17. til 23. august, skulu U19-menninir so til Varna í Bulgaria at spæla EHF Championship-kappingina, sum upprunaliga skuldi verið í fjør. Vinnarin kemur til EM-endaspælið fyri U20 næsta ár og fær eisini møguleikan at spæla seg til HM.

 

Skráin fyri Scandinavian Open:

Í dag kl. 16.00 Føroyar-Noreg

Í morgin 7. august kl. 17.00 Svøríki-Føroyar

Sunnudagin 8. august kl. 09.00 Føroyar-Danmark

 

Skráin fyri EHF Championship:

Týsdagin 17. august kl. 16.00 Bulgaria-Føroyar

Hósdagin 19. august kl. 16.00 Kekkia-Føroyar

Leygardagin 21. august og sunnudagin 22. august plaseringsdystir



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 annadam@bvs.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo