16. august 2021

Fantastiska raskar U17-kvinnur!


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Ikki bara vann U17-kvinnulandsliðið bronsu, men okkara Karin Egholm kom enntá á All Star-liðið sum besti høgri vongur í kappingini.

Tað grør um gangandi fót hjá føroyskum kvinnuhondbólti, tí bæði U17- og U19-landsliðini hava veruliga víst seg fram í altjóða kappingum, har tað eydnaðist at koma millum fýra tey bestu, eftir góð innanhýsis úrslit í bólkaspæli.

 

Sunnudagin vóru tað U17-kvinnurnar, sum í Georgia gjørdu bart, tá ið tær vunnu 35-27 á Ukraina í bronsufinaluni, har okkara Karin Egholm var kosin besti spælari, umframt at hon var toppskjútti – og so haraftrat varð kosin besti høgri vongur í allari kappingini!

 

Hóast hetta var fyrsta kapping hjá liðnum, løgdu tær fyri við 26-26 javnleiki ímóti Serbia, áðrenn tær vunnu 27-25 á Italia og íðani 37-16 á Estlandi og sostatt komu í hálvfinaluna, har tær máttu lúta tepurt fyri Hollandi, sum endaði við at vinna kappingina við finalusigri á Serbia.

 

Bastu vinnarunum

Sostatt vildu tær yngru einki standa aftan fyri tær eldru, tí fyri einum mánaði síðani komu U19-kvinnurnar eisini í bronsufinaluna, har tær tó máttu lúta fyri Hvítarusslandi, ið vann tepurt 27-25.

 

U19-kvinnurnar vunnu bólkaspælið og komu syngjandi í hálvfinaluna, har tær tó taptu 21-24 fyri Polandi. Undan hesum vunnu tær tvær ferðir stórt, 34-15 á Kosovo og 34-10 á Bosnia Herzegovina, umframt at tær spældu javnt 24-24 ímóti Norðurmakedonia og – sum einasta lið í allari kappingini – vunnu stórt á Hollandi, 29-22, sum annars vann kappingina.

 

Sum sagt, er hetta gott tekin um, at menningin í hondbóltinum gongur rætta vegin. Higartil hava vit kanska hoyrt mest um menninar, men bæði U17- og U19-kvinnurnar hava henda síðsta mánaðin víst okkum, at knotur eru í teimum. Spennandi verður at fylgja teimum í komandi kappingum!

 

Karin Egholm var kosin besti høgri vongur í EHF Championship-kappingini í Georgia fyri U17-kvinnulandslið, har Lukka Arge gjørdist toppskjútti og Maria Pálsdóttir Nólsoy var kosin besti spælskipari



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 annadam@bvs.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo