21. september 2013

AA-venjingardystur


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Okkara AA-lið spælir venjingardyst móti VÍF leygardagin.

Í dag, leygardagin 21. september, fer okkara AA-lið til Vestmanna at royna seg. Dysturin er klokkan 16.

VÍf, eisini í ár, spíla seg út og mugu metast favorittar at vera at koma í FM-finaluna og vinna hana.

Kortini, vit tykjast at hava eitt gott tak á teimum fyri tað, serliga í avgerandi dystum, og serstakliga í Hoyvík... hvar vit forrestin ikki hava tapt í langsamiligar tíðir.

Men vestmenningar eru góðir. Óvanliga góðir. Og hóast Heini Hanusarson mátti lúta fyri skaða, hvat er grúuligt spell fyri VÍF, men somuleiðis føroyskan hondbólt, hava teir undurbarnið, ið er Áki Egilsnes. Um ikki Heini, tá er nakað sannlíkt, at Áki fer at bumba vestmenningum nógv stig í skjáttuna.

So spennandi verður at síggja, um Henrik Gerster hevur tamarhald á sínum hópi og VÍF fer at spæla slíkan hondbólt, vit vita, tað eru førir fyri.

Men tað verður so ikki nakar walk-over, langt frá. H71 hevur, á einum góðum og arbeiðsviljugum degi (har vit tíma at renna aftur!), ein kappingarføran hóp og leikstíl, ið eigur at geva øllum mótstøðuliðum óró. Hvør enn kemur inn at avloysa, kennir hesin sín setning. Tað er tað, støðufesti gevur einum liði og felagnum sum heild.

Og man ikki vit finna onkran dómara til høvið, kiksaðar rennitest ella ei. Um ikki, tá er tað altíð vakurt at koyra framvið Kvívík við einum góðum kaffimunni frá Magn í Havn millum beinini, hóast bensinstøðin tíverri er hildin uppat at bryggja kaffi til kaffidrekkarar, sosum Americano og Espresso--og heldur hevur valt at nøkta handa forbrenda Latté-drekkandi miðalklassan.

Ikki tí, vanligt kaffi er eisini ókey drekkandi, serliga tað við Sundsvegin. Píkasjey! Ná-men, ja, ja nú misti eg heilt tráðin.

So komið øll til Vestmanna í morgin til forvitnisliga hondbóltsupptakt í Høllini í Vestmanna:)

GG: Á myndini síggjast teir ílatnir appilsingulu SISU-tilmeldingarblusuna. Og opinberiliga gjørdi tað mun, tí fleiri enn ikki kláraðu at finna smílið fram:)



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo