sunnudagur, 22. august 2021

U19-knassarnir til EM næsta ár!


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Eitt fantastiskt ítróttarbragd er tað, U19-landsliðið hjá monnum hevur framt hesa vikuna, við at vinna á eini tjóð fyri og aðrari eftir – og so at enda at taka sjálva finaluna!

Ikki minst kunnu vit eisini gleðast um, at innsatsurin verður krýndur av, at tríggir av “okkara” taldust millum teirra, ið serfrøðingarnir mettu millum allarbestu spælarar í allari kappingini, sum var í Varna í Bulgaria:

 

Pauli Jacobsen varð kosin besti málmaður, Hákun West av Teigum besti høgri vongur og Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk størsta heitið sum týdningarmesti spælarin, MVP, umframt at hann við 44 málum var toppskjútti í kappingini.

Hetta eru bara tríggir úr rúgvuni, men við einum fantastiskum liðinnsatsi kundu vit nevnt fleiri nøvn aftrat, ið saktans kundu styrkt All Star-liðið, so væl hevur verið spælt og stríðst yvir alla linjuna. Eitt fantastiskt samlað avrik!

 

Framúr endaspurtur

Teir løgdu fyri sum eitt óveður við at smyrja bulgarsku vertirnar av 40-25 og síðani vunnu teir 31-28 á Tjekkia og komu í hálvfinaluna sum bólkavinnari. Har vundu teir burtur úr Slovakia við einum 29-22 sigri, ið greiddi vegin í sjálva finaluna, sum so var í kvøld.

 

Her gjørdist luturin fyri tað nógva at renna aftaná, men ongantíð meira enn so, at stutt var upp til Hvítarussland, ið øll mettu sum stórfavoritt – eisini í finaluni. Tað sá eisini út til at ganga tann vegin, og hvítarussarar vóru á odda við tveimum málum, 18-16, í hálvleikinum.

 

Men sum tað leið út á seinna hálvleik, komu okkara U19-hetjur spakuliga fyri seg og fótaðu sær. Stýr kom upp á verjuna og málið sá í løtum stongt út, samstundis sum vit fóru at fáa tey málini, vit høvdu ætlað okkum. Og so í evstu løtu yvirhálaðu vit Hvítarussland í svinginum og vunnu 31-30. Soleiðis!

 

Hála hini við sær

Og so kundu vit stolt og errin síggja U19-landsliðið við gullmerkjum um hálsin og gullregni úr erva staðfesta ta ótrúligu framgongd og menning, føroyskum hondbólti er fyri júst nú! Fantastiskt og hjartaliga tillukku við tí!

 

Sigurin merkir, at U19-landsliðið næsta ár sleppur við til EM-endaspælið fyri U20-landslið, sum er teirra árgangur til ta tíð. Spennandi verður at síggja, hvussu leikur tá fer, men eingin ivi um, at hetta er ábending um stórar tíðir fyri framman hjá føroyskum hondbólti.

 

Tað hava vit eisini sæð í eina tíð, nú onnur ungdómslandslið eisini hava staðið seg væl, og tí er tað kanska serliga hugaligt, at U19-sigurin eisini gagnar teimum, ið eftir teir skulu koma, tí sigurin í EHF Championship-kappingini í kvøld gevur eisini okkara U18-manslandsliði atgongd til EM næsta ár!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com