14. mars 2013

Torføri dysturin móti Neistanum gav tvey stig


Neistin - H71: 18 - 19 (9 - 12)

Ókey, First is First: vit vunnu og tvey stig afturat. Men, uha-da-da-da, uha-da-da-da-da... smelti meg sum hatta var syndarligt.
 
Nei, í verjuni eru vit væl við. Vit lata akkurát yvir 20 mál ímóti okkum í Vestmanna og 18 heima ímóti Kyndli. Vit tala lið, sum áðrenn kappingarbyrjan, av ekspertum, vóru mett FM-favorittar at vera saman við KÍF. Og nú, aftur, 18 mál ímóti Neistanum á útivølli. Hetta eru bestemt góðtikin siffur; og við Ára og Niels Viggo, og nú eisini einum frískum Sigmundi, í miðverjuni, er støðan óvanliga góð í verjupartinum. Í verjuni, yvirhøvur, eru vit vælspælandi--hvat er at fegnast um. Tað skulu tit eiga.
 
Tó, álvaratos og eplamos, sama kann ikki sigast um álopið. Har er alt ov lítil nervi og gleði í hesum parti fyri tíðina. Eyðkenniligi skjótleikin og smidleikin, okkara brand, er ein ov sjáldamsur gestur. Álopið er eins bítskt og eitt óforelskað íkorn. Vit skora lúsa 8 mál í øðrum hálvleiki, og tapa sosattt 2. hálvleik við tveimum málum ímóti einum Neista-liði, ið vit á onkrum niveaui enn hava trupulleikar við at geari okkum upp til at spæla ímóti. Nei, yvirskjúkrasystirin á B6 hevði verið ein størri hóttan enn hatta slowmo-álopið, ið foldaði seg út á Nabb.
Fyri kappingarbyrjan bleiv tosað um stuðulsleikarar, men tað nyttar lítið bara at vera stuðulsleikara ímóti Team Klax og StÍF í Hoyvík.
 
Spælið skal tí koyra betur, skulu vit gera okkum vónir um at koma í enn eina finalu, sum hevði verið óføra flott. Og tað skulu tit eisini eiga, tí tað hevði nevniliga verið óluksáliga flott. Aftur í ár vóru vit avskrivaðir av teim klóku, men enn hava vit ein rímiligan kjans at røkka hasi FM-finaluni, har tú sleppur at tapa ímóti einum væluppløgdum KÍF-liði!
Frá FM-manningini í fjør eru bert Rógvi og Bogdan eftir í start-seksaranum, men Heima í Hoyvík duga vit at lata aðrar í svarta blusu at taka yvir, har annar fer niður. Vit grenja ikki um fráflyting og skaðar, hvat vit jú eisini hava havt ríviligt av. Vit koyra á og fáa hasa svørtu blusuna at rigga til tann næsta mannin, og tann næsta mannin og tann næsta...
 
Um dystin er at siga, ja, orð eru góð, men tøgn betri og best. Vit vóru við yvirlutan allan fyrsta hálvleik, hóast vit kiksaðu umleið sjeyhundrað og fimm-og-tredivu upplagdar kjansir. Afturat hesum vóru vit meiri filantropiskir enn Danmark í tess "menningarhjálp" til Tansania soleiðis sum vit partú høvdu eitt brennandi og heilhjartað ynski um at geva mótstøðuliðnum bóltin umleið líka ofta, sum tað eru minuttir i einum hálvleiki. Onkur fortelur mær beint nú, at hetta eitur "tekniskar villur". Sjálvur kalli eg tað "vánaligt hondbóltsspæl".
Hetta er væl íknandi metoda, ið ger seg galdandi, tá ið 'avhengigheits-kultiverandi' vælferðarstaturin kamuflerar arbeiðsloysistalið við øktum almannaveitingum. Mig ikke narre...
 
Annar hálvleikur byrjar væl inntil vit byrja at telja bretti í loftinum. Ongin ferð, ongin ábyrgd. Neitamenn eygna møguleikan og taka nærum av. Vit fáa onkrar útvísingar, onkur spot on, onkur ikki, men lat fara! Í doyggjandi minutti eru vit ein spælari færri enn teir bláu, sum teir ganga í álop. Men verjan og, ikki minst, málmennirnir greiða sín setning, tí tað er ein góð verja, ið fær neitamann at skjóta, og málmaðurin bjargar einum ófarligum skoti. Sum heild eru eisini rósandi orð til málmanstoymið, ikki bara Ára og Tórhald, sum ressast fyri hvønn dyst, men felagsins nýfingna málmansvenjara, ið allir tykjast at njóta væl av høvrjum øðrum. Frálíkt!
 
Óansæð, vit hava nú ein lítlan neva av dystum eftir, og tí er at venja hart og fáa hatta álopið at funka so væl, sum vit vita, tað kann. Og verjan kann sjálvandi eisini betrast. Eitt sindur meiri prát gevur hvaðna meiri stýring, og stýring er gott--eisini tá ið tað kemur til almannaveitingar.
 
Stundin er nú komin, har dystarformurin eigur at vera í hæddini, og tað er har, vit skulu, tað er har, vit kunnu vera: og tá er tað einki minni enn eitt lilla fornoyilsi at vitna hoyvíkshondbólt.
 
Farið tíðliga í song, etið skilagott og drekkið nógv vatn. Haldið á at møta til venjing við tí kenslu, at tit eru priviligeraðir. Priviligeraðir at spæla í hasi svørtu blusuni, fyri Hoyvík, fyri H71!!!
 
Málskjúttar H71: Rógvi Sørensen 5, Bogdan Florea 4, Ári J. Olsen 4, Rúni Højgaard 3, Hans Kári Hansen 2, Niels Viggo Niclasen 1 og Sigmundur Dahl 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo