24. september 2013

Taptu við trimum


Venjingardystur VÍF - H71: 28 - 25


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Myndir: Anna Dam

Vinardystur varð spældur í Vestmanna leygardagin.

Nú hugsaðu tey flestu, at H71 ivaleyst hevur tapt, síðani eingin dagføring av vinardystinum leygardagin í Vestmanna hevur verið á heimasíðu felagsins.

Tað gjørdu vit eisini, tó tepurt. Bíðitíðin skyldast hinvegin onnur viðurskfiti. Hvønndagslig viðurskfiti sosum at... ja, at vit hóast alt hava eitt lív uttanfyri H71, soleiðis akkurát.
Hvussu er og ikki, eftirsóknaða úrslitið gjørdist 28 - 25 til vertirnir. Vestmenningar spældu væl, og so var tað eisini heimavøllur, hóast tað ikki altíð er ein garantur fyri sigri, serliga ikki hjá VÍF seinastu árini.
 
Men og men. H71 var væl við allan dystin, og um vestmenningar vóru drúgvir á útskiftingarbonkinum hesar 3 x 20 minuttir (sum dystir av hesum slag oftani vara), tá var liðsamansetingin hjá hoyvíkingum minst líka skiftilig á degnum.

Sum sagt, nakrar útskiftingar hava verið. Rógvi Sørensen er farin av landinum, Ári J. Olsen sama veg. Og Niels Viggo er enn ikki við. Men inn eru komnir Esbern Patursson og Birgir Poulsen, sum í mun til Esbern er spildurnýggjur fyri H71.
Birgir er skilagóður leikari, í verju sum álopi, og við tí set-up'i, ið er í Hoyvík, er væntandi, at báðir partar njóta væl av hvørjumøðrum. Vælkomin, Birgir. Og Esbern er sjálvsagt líka vælkomin, sum glattbarberaður biologur ella sofistikeraður huldumaður., tað kann gera tað sama, tí hansara royndir eru gull verdar. Eisini Esbern er óvanliga kompetentur leikari, og við sínum dynamikki og gjøgnumbrotskraft fer hann vera ein fongur fyri H71. Enn sum altíð. Vælkomin heim, Esbern.

Endaliga er Hanus Kristiansen nýggjur á liðnum frá í fjør. Ok, hann kom heimaftur einaferð í vár, men ikki fyrrenn nú er hann í álvara byrjaður aftur. Vit minnast kanska Hanus best frá finalunum fyrraárið, har har brilleraði við nøkrum fantombjargingum í avgerandi løtum. Botnstøðið hevur ikki altíð verið ynskiliga høgt, men á einum av hansara góðu døgum, sum gjørdust fleiri og fleiri, sum dystartrýstið tók dik á seg í tráð við fýrisliga kapping við VÍF um at koma í FM-finaluna, er hann øgiligur.

So har eru nøkur andlit, ið skulu spælast inn ella inn av nýggjum. Ikki tí, at konseptið er broytt nakað stórvegis, ella nakað, men afturat teimum eru onnur og yngri andlit at síggja.
Aftur í ár eru nevniliga onkrir yvirvaksnir piltar frá ungdómspartinum hálaðir upp í AA-hópin. Og hóast teir kenna spælistílin og bróðurpartin av leikarunum frá í fjør, og eru tekniskt finurligir og læruvilligir, tá vil tað altíð vera ein ávís tilvenjingartíð. Vit mugu hava tol.

Og tað eru nettupp venjingardystir sum hasin í Vestmanna um vikuskiftið, ið skulu gagnnýtast til hetta. At samansjóva spælið og fáa hvønn einstakan at stríðast fyri hvørjumøðrum og svørtu blusuni. Liðini í AA tykjast so jøvn, at tað treyðugt er at taka ov rívan til at hevda, at tað liðið, ella liðini, ið arbeiða og renna mest, enda í FM-finalunum.

Annars, so var H71 á odda, sum "triðji hálvleikur" bleiv bríkslaður í gongd. 18 - 16.

Hvat so er hent har, hasar seinastu tjúgu minuttirnir, veit eg av góðum grundum ikki (hondbremsan í Kiainum var farin, so eg fekk mær eina skál av havragrýn ístaðin). Men tað kann eisini gera tað sama, tí, sum sagt, úrslitið í einum venjingardysti hevur minni týdning í mun til avrik annars.

Og tað, at vit spæla uppímóti, enntá eru á odda ímóti sólarkláru FM-favorittunum, einum sera sterkum og óbroyttum hópi, rættiliga langt inn í dystin, boðar vónandi frá góðum.

AN



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo