týsdagur, 12. oktober 2021

H71 í EHF-víggi um vikuskiftið


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Kvinnurnar, sum spæla sínar fyrstu europeisku dystir nakrantíð, skulu á vøllin í høllini á Hálsi bæði leygarkvøldið og sunnukvøldið, og menninir spæla sín EHF-heimadyst leygarkvøldið.

H71 skal spæla ikki færri enn tríggjar dystir í høllini á Hálsi um vikuskiftið, og í báðum førum er tað sum steypavinnari, at H71 bjóðar av í EHF Europa Cup-kappingini. Menninir royndu seg eisini fyri tveimum árum síðani, men hjá kvinnunum er tað fyrstu ferð, so her verður H71-søga skrivað.

 

Kvinnurnar spæla báðar sínar dystir ímóti makedonska WHC Cair í Føroyum – fyrst leygarkvøldið klokkan 18 og síðani sunnukvøldið klokkan 18. Menninir spæla bara sín heimadyst ímóti norska Drammen HK í Føroyum leygarkvøldið klokkan 20, men heimadysturin verður so yviri í Norra. Bæði leygarkvøldið og sunnukvøldið klokkan 17 er upphiting í høllini á Hálsi!

 

Kvinnurnar skulu á fyrsta sinni royna seg í europeiskum dystum leygarkvøldið og sunnukvøldið

 

Gera sítt besta

Eingin ivi er í, at mótstøðan í báðum førum verður ivaleysa hørð, men skulu vit gera okkum vónir um eina heiðurliga luttøku, so er neyðugt at avrikið á vøllinum liggur oman fyri tað vanliga. Og slíkt gerst bert, um karmar og fyrireiking er í lagi.

 

Vónirnar hava vit góðar, tí bæði kvinnurnar og menninir hava gjørt sítt til at vera til reiðar, so nú gleða vit okkum bara til dystirnar. Eitt slíkt vikuskifti við ikki færri enn trimum europeiskum dystum hava vit ikki roynt áður, so spennandi verður at síggja, hvussu tað fer at roynast hjá okkum.

 

Bæði kvinnurnar og menninir kunnu í øllum førum hyggja tvey ár aftur í tíðina og síggja, at tað saktans kann bera til. Tá megnaðu menninir at vinna fyrra dystin ímóti slovenska Maribor Branik, so kanska uppskriftin upp á góð úrslit ikki er so langt burtur kortini…

 

Menninir vunnu sín fyrsta europeiska dyst fyri tveimum árum síðani, so uppskriftin er ikki púra ókend



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com