mikudagur, 13. oktober 2021

Maria: “Hetta verður spennandi”


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

H71-kvinnurnar gleða seg til sína fyrstu europeisku avbjóðing nakrantíð, tá ið tær leygarkvøldið og sunnukvøldið skulu spæla ímóti makedonska WHC Cair – og báðir dystirnir verða í høllini á Hálsi.

Ikki síðani kvinnurnar hjá Neistanum í 2016 spældu Europa Cup-dystir ímóti rumeska CSM Ploiesti, hevur nakað føroyskt hondbóltsfelag spælt europeiskar dystir hjá kvinnum – til nú um vikuskiftið, tá ið H71-kvinnurnar spæla sínar fyrstu europeisku dystir.

 

– Nú kvinnurnar eisini fara at royna seg, kunnu vit byggja á royndirnar frá í fyrraárið, tá ið tað eydnaðist øgiliga væl at hýsa bæði úti- og heimadystinum, umframt mótstøðuliðnum, ið læt sera væl at, hvussu vit skipaðu fyri og fingu tey at kenna seg væl her, sigur Anna Dam, forkvinna í H71.

 

– Tað er sera gevandi fyri spælararnar at fyrireika seg til og spæla dystirnar, og tað hevur verið týðiligt, at kvinnurnar í summar hava havt nakað meira at venja ímóti, tí EHF Europa Cup hevur verið sum ein gularót aftrat.

 

Gera sítt allarbesta

Yvirhøvur er liðið hjá H71 ungt, men kortini skerst ikki burtur, at fleiri av spælarunum hava royndir frá teimum ymsu ungdómslandsliðnum. Tann helst royndasti spælarin á liðnum er Maria Halsdóttir Weyhe:

 

– Hetta verður ein ordiliga spennandi uppgáva, tí vit hava nú verið í eini stórari menning í fleiri ár í bestu deildini, so hetta er rætta løtan hjá okkum at fara út í Europa at royna okkum, sigur hon.

 

– Velja vit at fara út í Europa, so krevst eisini, at vit gera tað ordiliga, so vit hava gjørt okkara besta fyri at vera væl fyri. Allar eru samdar um, at vit skulu gera okkara allarbesta, tí annars verður tað jú einki stuttligt.

 

Kvinnurnar spæla ímóti WHC Cair í høllini á Hálsi leygarkvøldið klokkan 18 og sunnukvøldið klokkan 18, og upphiting er bæði kvøldini klokkan 17. Vónandi kemur nógv fólk at hyggja, nú enn ein kapitul í søgu felagsins verður skrivaður!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com