fríggjadagur, 15. oktober 2021

Pætur: “Slíkir dystir eru stuttligir”


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Leygarkvøldið klokkan 20 fara menninir hjá H71 á vøllin í EHF Cup-kappingini at takast við Drammen HK, sum er eitt av stóru feløgunum í Norra.

Menninir spæla á øðrum sinni europeiskar dystir, tí í fyrraárið spældu teir ímóti slovenska Maribor Branik, og tá eydnaðist teimum at vinna fyrra dystin, men slovenarnir gjørdu bart og vunnu seg víðari við størri sigri í seinna dystinum.

 

Hesaferð er mótstøðuliðið norska Drammen HK, sum er eitt lið, ið av álvara hevur bjóðað av í toppinum í bestu norsku deildini seinastu árini, so tí kunnu H71-menninir vænta sær sera sterka mótstøðu í sínum heimadysti, sum verður á Hálsi leygarkvøldið klokkan 20.

 

– Upplivingin í fyrraárið, tá ið vit vunnu fyrra dystin, var ordiliga góð, tí tað fortaldi okkum, at vit kanska ikki eru so langt aftan fyri hini liðini í Europa allíkavæl. Og tað gevur okkum áræði og hug at vera enn betur fyri hesaferð, sigur kviki H71-vongurin, Pætur Thomsen.

 

Gevur nakað eyka

– Fyri okkum er tað ordiliga stuttligt aftur at fáa møguleikan í ár, og gevur okkum nakað eyka, at vit í fyrireikingini til hetta kappingarárið eisini hava havt hetta at vant fram ímóti, umframt føroysku kappingina.

 

H71 vónar, at nógv fólk koma í høllina á Hálsi at síggja allar tríggjar dystirnar, men berst frá, er framvegis møguligt at keypa dystirnar á live.hsf.fo, har samstarvað verður við FM1 um frásøgnina, meðan dystirnir ganga.

 

Pætur Thomsen er greiður, tá ið vit spyrja hann, um hann hevur nøkur góð ráð at geva kvinnunum, nú tær fyri fyrstu ferð skulu spæla europeiskar dystir: – Tað er bara at njóta tað og hava tað stuttligt saman á vøllinum, er stutta svarið frá vonginum.

 

Útidysturin hjá monnunum verður spældur sunnudagin 24. oktober klokkan 16 í Drammenshallen í Drammen.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com