leygardagur, 16. oktober 2021

Góvu Drammen skarpan gang


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

H71-menninir megnaðu at spæla fult upp til eitt av bestu liðum í Norra, ið vann 24-22, so spennandi verður at síggja, hvat hendir í seinna dystinum um eina góða viku.

Fáur mundi ivast í, at uppgávan hjá monnunum var sera stór, nú teir skuldu taka ímóti Drammen HK, sum er eitt av teimum heilt stóru feløgunum í Norra. At norska liðið fór at enda omaná, mundi eisini vera tankin hjá mongum.

 

Gamaní, endaði tað ikki við sigri hjá monnunum, men nú liðugt er, kunnu vit bara ásanna, at munurin var lítil og eingin. Teir víðgitnu marginalarnir vóru ikki við, og tað var orkan kanska heldur ikki, tá ið avtornaði.

 

Sonn dreymabyrjan

H71 fekk eina sanna dreymabyrjan og kom á odda 5-1, og tað var fyrst og fremst Paula í málinum fyri at takka, og hin Pauli gjørdi nógv um seg í hinum endanum. Drammen HK kom í gongd, men í hálvleikinum var 10-10 og langt út í seinna hálvleik sá bara heilt gott út.

 

Skuldi H71 gera sær nakrar vónir um at fáa nakað sum helst burtur úr dystinum, ráddi fyrst og fremst um at fáa verjuna at rigga, so hinir ikki skuldu koma ov lætt til mál og møguleikar. Og tað helt eisini stikk, til minni enn 10 minuttir vóru eftir av dystinum, tí ikki fyrr enn tá fekk Drammen HK tryggjað sær sigurin.

 

Hesa síðstu løtuna gingu bæði breiddin og orkan undan, samstundis sum norska liðið kundi senda enn fleiri frískar og úthvíldar menn á vøllin, sum okkara meira og minni pøstu kappar skuldu takast við.

 

Tvey mál er einki…

Donsku dómararnir vóru okkum ikki blíðir í fleiri støðum, og tá ið Peter Krogh nakrar minuttir inn í seinna hálvleik fekk sína triðju útvísing, sá einki út. Men hinir, ið eftir vóru, stríddust við hjartanum uttaná, og tí gjørdist munurin ikki meira enn hasi bæði málini.

 

Tað kunnu allir vera sera ernir av, tí í veruleikanum eru tvey mál einki at tosa um í hondbólti. Hepnast væl í Drammenhøllini næsta sunnudag, er uppgávan slett ikki ómøgulig, so hóast Drammen HK tók fyrra stikkið, er enn møguligt hjá okkara monnum at taka tað seinna tá!

 

H71-Drammen HK 22-24 (10-10)

H71-málskjúttar: Pauli Mittún 7, Peter Krogh 4, Pætur Thomsen 4, Niklas Hanusarson Højgaard 2, Rói Ellefsen á Skipagøtu 2, Pauli Jacobsen 1, Sveinur Olafsson 1, Sakir Tróndarson Frýdal 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com