sunnudagur, 17. oktober 2021

H71 er víðari – 25 mál á muni!


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Við enn einum greiðum sigri á makedonska mótstøðuliðnum, eru H71-kvinnurnar víðari í EHF Europa Cup. Um eina góða viku fæst at vita, hvat næsta mótstøðuliðið verður.

Við einum stórsigri frá fyrra dystinum var neyvan annað væntandi, enn at H71-kvinnurnar eisini í seinna dystinum ímóti WHC Cair úr makedonska høvuðsstaðnum, Skopje, fóru at vinna.

 

Tað gjørdu tær eisini, og hóast nógvar útskiftingar undir dystinum kanska gjørdu sítt til, at spælið ikki altíð var líka flótandi, eydnaðist enn einaferð at taka ein týðandi sigur, so H71 er víðari í EHF Europa Cup.

 

Ta einu løtuna í seinna hálvleiki stóð eitt lítið sindur á, tá ið hinar nærkaðust so mikið, at bara eittans mál var á muni, men so setti H71 bara eitt sindur meira ferð og trýst á, so var munurin aftur uppi á sjey málum.

 

Hugaligt var at síggja, at kvinnurnar yvirhøvur vístu sera gott verjuspæl, tá ið brúk var fyri tí, og eisini í álopinum vóru nógvar um boðið, so breiddin í hópinum veruliga slapp at standa sína roynd. Og at vinna samanlagt við 25 málum, er – hóast veiku mótstøðuna – einki minni enn eitt bragd!

 

Nú er so bara eftir at bíða í eina góða viku, tí ikki fyrr enn mánadagin 25. oktober fæst at vita, hvat mótstøðuliðið verður í næsta umfari. Jú, spennandi er!

 

H71-WHC Cair 35-27 (18-12)

H71-málskjúttar: Maria Halsdóttir Weyhe 10, Elsa Egholm 7, Lív Bentsdóttir Zachariasen 4, Inga Maria Joensen 3, Eva Barba Arge 2, Sára Jacobsen 2, Jana Mittún 2, Lukka Arge 1, Guðrið Bogadóttir á Borg 1, Bjørk Brimnes 1, Rannvá Olsen 1, Karina Eysturtún Rubeksen 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com