25. oktober 2021

Lutakastið er í dag klokkan 14


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Lutakastið um, hvørjum H71-kvinnurnar skulu spæla ímóti í triðja umfari í ársins útgávu av EHF Europa Cup, verður í dag klokkan 14 í Wien.

Tá er H71 eitt av tilsamans 32 liðum, sum eru eftir í kappingini, og tá ber eisini til at fylgja við lutakastinum á Facebook-vanganum hjá EHF, sum er https://www.facebook.com/homeofhandball.

 

25 av liðunum, teirra millum H71, hava vunnið sær rættin at spæla triðja umfar, tí tey vunnu seg víðari úr øðrum umfari, og haraftrat koma sjey nýggj lið við í kappingina.

 

Ein stuttlig “krúlla” í lutakastinum hjá H71 er, at Ingi og Rannvá kunnu koma at møta ÍBV úr Vestmannaoyggjum, har Ingibjørg, sum er dóttir Inga og systir Rannvá, spældi seg víðari við samanlagt at vinna á grikska PAOK.

 

Sum sagt, er lutakastið í dag klokkan 14, og spælast skulu tveir dystir – tann fyrri vikuskiftið 13./14. november og tann seinni 20./21. november. So fæst eisini at síggja, um tað enn einaferð eydnast at fáa báðar dystirnar í Føroyum.

 

Niðanfyri síggjast teir báðir bólkarnir við liðunum í lutakastinum. Lið úr sama potti kunnu ikki møtast, so til hvønn dyst verður drigið eitt lið úr potti 1 og eitt úr potti 2.

 

Pottur 1

COR Victoria-Berestie (Hvítarussland)

DHC Slavia Praha (Tjekkia)

Costa del Sol Malaga (Spania)

Club Balonmano Elche (Spania)

ÍBV Vestmannaeyjar (Ísland)

Maccabi Arazim Ramat gan (Ísrael)

Jomi Salerno (Italia)

WHC Vardar (Makedonia)

Cabooter Handball Venlo (Holland)

Madeira Andebol SAD (Portugal)

ZRK Naisa Nis (Serbia)

SPONO Eagles (Schweiz)

HC DAC Dunajská Streda (Slovakia)

Skara HF (Svøríki)

Ankara Yenimahalle BSK (Turkaland)

HC Galychanka Lviv (Ukraina)

 

Pottur 2

UHC Stockerau (Eysturríki)

Sokol Pisek (Tjekkia)

AEP Panorama (Grikkaland)

Rocasa Gran Canaria (Spania)

H71 (Føroyar)

KA/Þór Akureyri (Ísland)

SSV Brixen Südtirol (Italia)

HB Dudelange (Luxembourg)

HV Quintus (Holland)

JuRo Unirek VZV (Holland)

Westfriesland SEW (Holland)

ZRK Bekament Bukovicka Banja (Serbia)

LK Zug Handball (Schweiz)

IUVENTA Michalovce (Slovaika)

Kristianstad Handboll (Svøríki)

Izmir BSB SK (Turkaland)



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 annadam@bvs.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo