25. oktober 2021

H71 fær sveitsiska mótstøðu


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Mótstøðuliðið hjá okkara kvinnum verður sveitsiski javnaldur okkara, Spono Eagles, ið regluliga hevur verið við í EHF-kappingum síðani í 90-unum.

Lutakastið um, hvussu spælast skal í triðja umfari í EHF Europa Cup-kappingini hjá kvinnum var fyri løtu síðani, og har trekti H71 sveitsiska mótstøðu, Spono Eagles, ið hevur munandi fleiri royndir enn okkara lið.

 

Soleiðis sum lutakastið háttaði seg, eigur sveitsiska liðið heimavøll í fyrra dystinum, sum skal spælast vikuskiftið 13./14. november og H71 heimavøll í tí seinna vikuskiftið 20./21. november.

 

Uttan iva fer H71 eisini her at gera eina roynd at fáa báðar dystirnar spældar í Føroyum, so nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer næstu dagarnar.

 

Fýra meistaraheiti

Spono Eagles úr Sveits, sum kom upp úr pottinum á EHF-høvuðssætinum í Wien, er – eins og H71 – stovnað í 1971 við navninum Spono Nottwil. Nottwil er heimstaðurin hjá felagnum, men í 2015 broytti tað navn til Spono Eagles.

 

Síðani í 90-unum hevur Spono Eagles spælt við í europeisku kappingunum, og frægastu úrslitini hava veirð pláss millum bestu 16 liðini í EHF Cup-kappingini og Challenge Cup-kappingini.

 

Spono Eagles hevur vunnið sveitsisku landskappingina fimm ferðir (2000, 2001, 2006, 2016 og 2018) og sveitsisku steypakappingina fýra ferðir (2001, 2011, 2013 og 2019). Heimavøllurin eitur Schweizerisches Paraplegikerzentrum og rúmar 1.200 áskoðarum.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 annadam@bvs.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo