mánadagur, 25. oktober 2021
Mótstøðuliðið hjá okkara kvinnum verður sveitsiski javnaldur okkara, Spono Eagles, ið regluliga hevur verið við í EHF-kappingum síðani í 90-unum.
Lutakastið um, hvussu spælast skal í triðja umfari í EHF Europa Cup-kappingini hjá kvinnum var fyri løtu síðani, og har trekti H71 sveitsiska mótstøðu, Spono Eagles, ið hevur munandi fleiri royndir enn okkara lið.
Soleiðis sum lutakastið háttaði seg, eigur sveitsiska liðið heimavøll í fyrra dystinum, sum skal spælast vikuskiftið 13./14. november og H71 heimavøll í tí seinna vikuskiftið 20./21. november.
Uttan iva fer H71 eisini her at gera eina roynd at fáa báðar dystirnar spældar í Føroyum, so nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer næstu dagarnar.
Fýra meistaraheiti
Spono Eagles úr Sveits, sum kom upp úr pottinum á EHF-høvuðssætinum í Wien, er – eins og H71 – stovnað í 1971 við navninum Spono Nottwil. Nottwil er heimstaðurin hjá felagnum, men í 2015 broytti tað navn til Spono Eagles.
Síðani í 90-unum hevur Spono Eagles spælt við í europeisku kappingunum, og frægastu úrslitini hava veirð pláss millum bestu 16 liðini í EHF Cup-kappingini og Challenge Cup-kappingini.
Spono Eagles hevur vunnið sveitsisku landskappingina fimm ferðir (2000, 2001, 2006, 2016 og 2018) og sveitsisku steypakappingina fýra ferðir (2001, 2011, 2013 og 2019). Heimavøllurin eitur Schweizerisches Paraplegikerzentrum og rúmar 1.200 áskoðarum.
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |