leygardagur, 13. november 2021

Báðir dystirnir í Hoyvíkshøllini


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

H71-kvinnurnar skulu spæla báðar EHF Europa Cup-dystirnar ímóti sveitsiska Spono Eagles á okkara egna heimavølli í Hoyvíkshøllini.

Leygarkvøldið 20. november og sunnukvøldið 21. november – bæði kvøldini klokkan 18 – verða fyri fyrstu ferð nakrantíð spældir europeiskir dystir í Hoyvík, tá ið vit fáa vitjan úr Sveits.

 

Mótstøðuliðið hjá okkara kvinnum eitur Spono Eagles, er – akkurát sum H71 – stovnað í 1971, og hevur vunnið sveitsisku landskappingina fimm ferðir og steypakappingina fýra ferðir.

 

Leygardagin 20. november frá klokkan 16.30 verður skipað fyri upphiting, so øll eru til reiðar at taka á við okkara kvinnum.

 

H71 vann seg víðari til triðja umfar í EHF Europa Cup-kappingini við at vinda burtur úr norðurmakedonska WHC Cair við málmuninum +25 mál.

 

Gevið gætur, at kravt verður av øllum, sum koma inn til dystirnar, at tey vísa koronapass!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com