leygardagur, 13. november 2021
H71-kvinnurnar skulu spæla báðar EHF Europa Cup-dystirnar ímóti sveitsiska Spono Eagles á okkara egna heimavølli í Hoyvíkshøllini.
Leygarkvøldið 20. november og sunnukvøldið 21. november – bæði kvøldini klokkan 18 – verða fyri fyrstu ferð nakrantíð spældir europeiskir dystir í Hoyvík, tá ið vit fáa vitjan úr Sveits.
Mótstøðuliðið hjá okkara kvinnum eitur Spono Eagles, er – akkurát sum H71 – stovnað í 1971, og hevur vunnið sveitsisku landskappingina fimm ferðir og steypakappingina fýra ferðir.
Leygardagin 20. november frá klokkan 16.30 verður skipað fyri upphiting, so øll eru til reiðar at taka á við okkara kvinnum.
H71 vann seg víðari til triðja umfar í EHF Europa Cup-kappingini við at vinda burtur úr norðurmakedonska WHC Cair við málmuninum +25 mál.
Gevið gætur, at kravt verður av øllum, sum koma inn til dystirnar, at tey vísa koronapass!
16. februar
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |