hósdagur, 26. september 2013

H71 vs StÍF á Skála Sunnudagin


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Nú fer hondbólturin 2013/14 av bakkastokki.

Við nakað av umsitingarligum snildi eydnaðist tað hjá avvarðandi myndugleikum at blanda kortini so mikið væl, at fyrsta leikumfar í Atlantic Airways- og Elektron-deildini kortini fer av bakkastokki eins og ætlað.
Í brævi til feløgini takkar HSF fyri góða uppmøting til dómaraskeiðið gjárakvøldið; eftir øllum at døma var uppmøtingin so góð, at fundurin mátti flytast úr ÍSF-húsinum niðan í kantinuna í Høllini á Nabb. Hygga síggj!

Óansæð. Tí sunnudagin, nú sunnudagin!, spæla okkara menn á Skála ímóti StÍf. Einum StÍF-liði, ið bukaði FM-vinnarnir frá í fjør í "vinardysti" herfyri. So tað verður ikki lætt, men tað plagar tað heldur ikki at vera.

Men vísa vit neyðuga arbeiðsviljan og eru nóg nærlagdir í okkara atsóknum og yvirhøvur fylgja ásettari spæliætlan, tá hava vit kjans at basa teir.

Í fjør endaði galið. Vit vóru á odda við 5 málum, sum 2. hálvleikur byrjaði. FIMM málum. Men tað eydnaðist okkum at spæla okkum út út dystinum við nettupp vantandi nærlagni, ella miðvísi. Menn fóru at spæla fyri seg sjálvan, og alt bleiv eitt sindur desperado.

Vit kunnu tí gera ein vørr í okkara fyrsta dysti í FM-kappingini 2013-14. Starturin plagar at vera heldur lagaligur hjá H71, so tað hevði verið gott, um vit broyttu hetta við nøkrum sigrum í byrjanini. Men teir hava tørv á teimum.
Strandingar hava sjálvir nøkur stjørnuskot, eitt nú Kjartan og Allan, og saman við Sveinur, sum væl er okkara mest kompletti leikari í FO, skulu teir nú vísa, hvør dugur er í teimum.

Dysturin er kl 16, og tað er nú sunnudagin.

Møtið fjølment og í góðari tíð!

Framtíðin er svørt, so kolasvørt!!!!!!!!!!!!!!!!!!

AN



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com