fríggjadagur, 19. november 2021

Koronupass og “pay per view”


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Til teir báðar dystirnar hjá H71-kvinnunum ímóti Spono Eagles er koronupass eitt krav. Og tey, ið ikki kunnu koma í Hoyvíkshøllina, kunnu keypa sær atgongd til stroyming av dystunum.

Upprunaliga var ætlanin, at dystirnir í EHF Europa Cup-kappingini skuldu spælast í ítróttarhøllini á Hálsi, men av tí at hon er upptikin, verða dystirnir spældir í Hoyvíkshøllini, ið sostatt á fyrsta sinni verður karmur um altjóða hondbólt.

 

Avmarkað atgongd verður til báðar dystirnar – bæði leygarkvøldið klokkan 18 og sunnukvøldið klokkan 18 – tí pláss er ikki fyri óavmarkaðari nøgd av fólki. Koronustøðan ger eisini sítt til, at serlig krøv frá europeisku hondbóltssamgonguni, EHF, skulu lúkast í sambandi við dystirnar.

 

Tí er tað eitt krav, at øll – vaksin sum børn – skulu vísa fram koronupass, ið kann vera talgilt koronupass, gula koppsetingarváttanin ella PCR-test, sum ikki er eldri enn 72 tímar við dystarbyrjan. Uttan eitt av hesum slepst ikki inn í Hoyvíkshøllina.

 

Stroyming kann keypast

Lítið man vera at ivast í, at áhugin er stórur fyri at síggja teir báðar europeisku dystirnar millum besta kvinnuliðið hjá H71 og sveitsisku gestirnar úr Spono Eagles, men allar vónir um at síggja dystirnar er ikki úti, um tað berst frá at fara í Hoyvíkshøllina.

 

Útisetar og tey, ið ikki sleppa inn í høllina ella bara vilja síggja sofuhondbólt um vikuskiftið, hava møguleika at síggja stroyming frá báðum dystunum, tí teir verða seldir sum “pay per view”-dystir á heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum.

 

Hvør dystur kostar 58 krónur, og slóðir til EHF Europa Cup-dystirnar síggjast her:

 

Men við hondbólti er tað sum við filmum, ið helst skulu síggjast í biografinum. Skal tú uppliva alt rundanum og vera partur av dystunum, er allarbest at royna at koma í Hoyvíkshøllina, har kostnaðurin er 100 krónur fyri øll – bæði børn og vaksin. Dyrnar lata upp klokkan 16.30.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com