fríggjadagur, 19. november 2021

“Eru til reiðar at gera sítt besta”


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

– Vit hava fyrireikað okkum so væl sum vit kunnu, og eg síggi avgjørt møguleika fyri, at vit kunnu fáa eitt gott úrslit ímóti sveitsisku mótstøðuni, ið tó er væl sterkari enn norðurmakedonska liðið, vit vunnu okkum víðari ímóti, sigur annar av H71-venjarunum, Ingi Olsen.

Saman við hinum venjaranum, Mark Lausen-Marcher, hava hann og spælararnir kýtt seg síðstu vikurnar, tí øll hava verið greið yvir, at talan sjálvandi er um eina stóra uppgávu.

 

– Vit hava sæð nokk so nógvar dystir hjá teimum, og vit hava arbeitt við liðnum út frá teimum upplýsingum og tí vitan, vit hava funnið fram til um mótstøðuliðið. Har eru onkur mynstur í teirra spæli, sum vit kunnu demma fyri í verjuni, men so eru eisini nøkur mynstur hjá teimum, ið vit kunnu brúka í okkara álopsspæli. So fáa vit at síggja, hvussu leikur fer, sigur Ingi.

 

– Spono Eagles spælir øgiliga nógv við krossingum og dúgliga verður skotið útifrá, so vit kunnu næstan siga, at sveitsiska liðið spælir øvugt av tí, vit spæla. Vit eru ikki so von við krossspæl í føroyskum hondbólti, tí her er mestsum alt gjøgnumbrotsspæl.

 

Eisini heldur hann seg síggja út frá dystunum hjá Spono Eagles, at fyrstaketan er nógv sterkari enn tað, liðið hevur at skifta út við. Hóast tað er nokk so vanligt, so skilst á Inga, at her er munurin tó rættiliga stórur.

 

Skulu duga at njóta tað

Ikki kann annað sigast, enn at besta kvinnuliðið hjá H71 er í stórari menning, samstundis sum avbjóðingarnar gerast alsamt størri. Bara tað, at fleiri europeiskir dystir eru komnir í dystarskránna, umframt alt annað, sær venjarin sum ein møguleika frameftir:

 

– Hesar ungu kvinnurnar leggja aftrat og fáa royndir, og vit kunnu bara staðfesta, at tær hava verið øgiliga hepnar í ár, at tær í minsta lagi fáa fýra europeiskar dystir at spæla. Eg vil bara vóna, at tær duga at njóta tað, so nervarnir ikki koma at gera ov nógv fortreð, sigur Ingi.

 

– Eydnast at sleppa av við teknisku villurnar, samstundis sum liðið megnar at spæla sítt spæl, kunnu tær fáa eina stóra uppliving burturúr. At gerast vaksin í hondbólti og at mennast, er jú at duga at handfara tær støður, tú kemur í. Vit hava ongar eldri spælarar í okkara hópi, hóast onkrar hava fleiri royndir enn aðrar, men yvirhøvur kunnu vit siga, at allar eru í sama báti.

 

Verða tveir øðrvísi dystir

Sum sagt, hava Ingi Olsen og Mark Lausen-Marcher saman við spælarunum roynt at brúkt síðstu vikurnar skilagott, og tá ið farið verður á vøllin leygarkvøldið og sunnukvøldið, er liðið til reiðar.

 

– Eg vil siga tað soleiðis, at vit hava verið ígjøgnum tað, vit hava sett okkum fyri, og fingu vit eina viku aftrat, hevði tað bara verið til fínpussing, sigur Ingi, ið samstundis staðfestir, at vit ikki skulu vænta okkum tveir dystir ímóti Spono Eagles, ið fara at minna um teir ímóti norðurmakedonska WHC Cair.

 

– Her er talan um eitt mótstøðulið, sum er klárt betri og á einum hægri stigi enn tað norðurmakedonska, og serliga verður avbjóðingin teirra bakkar, ið hava øgiliga gott skot – eisini, tá ið skotini falla langt úti. Men tá ið tað er sagt, vil eg eisini leggja aftrat, at eg siti við sama varhuga sum seinast, at vit nokk skulu klára at bjóða eisini hesum upp til dans.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com