leygardagur, 20. november 2021

H71 tók fyrsta stikkið við stíli


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

H71-kvinnurnar hava við einum greiðum tíggjumálssigri á sveitsiska Spono Eagles í kvøld vunnið sær ein fyrimun í EHF Europa Cup-kappingini undan seinna dystinum í annaðkvøld.

Dysturin í kvøld, sum endaði 36-26 til H71, sum var á odda 20-11 í hálvleikinum, var tann fyrri av tveimum, so hóast tað sá øgiliga gott út – ikki minst í fyrra hálvleiki – er tað framvegis galdandi, at “einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt”.

 

Sæð yvir allan dystin var verjuspælið hjá H71 einastandandi, og ikki minst í fyrra hálvleiki tók Rúna Jógvansdóttir Larsen heilt pippið frá sveitsiska liðnum við eini rúgvu av bjargingum. Fyrstu 30 minuttirnar táttaði hon í eitt bjargingarprosent upp á 50, sum er framúr gott.

 

Eisini hevði H71 munandi meira flog og tyngd í álopsspælinum, og spakuliga øktist munurin ígjøgnum fyrra hálvleik, har Maria Halsdóttir Weyhe í álopspartinum stóð sterkast í myndini við 11 av sínum 17 málum, ið taldu bæði brotskøst og eina rúgvu av undirhondsskotum. Eisini Jana Mittún bjóðaði dúgliga av og endaði á níggju málum.

 

H71 væl fyrireikað

Sveitsiska liðið gjørdi ein vørr fyrstu løtuna eftir steðgin, tá ið tað gekk striltið hjá H71 at finna málið í einar sjey minuttir. Ta løtuna vann Spono Eagles 6-2, men so raknaðu okkara kvinnur við aftur og fingu enntá økt um samlaða munin. Allar framdu tær eitt rimmar avrik, ið eisini gav úrslit til endans!

 

Eingin ivi er um, at venjararnir báðir, Ingi Olsen og Mark Lausen-Marcher, høvdu fyrireikað seg og liðið framúr væl, tí tað var ikki nógv, ið kom frá Spono Eagles, ið H71 ikki tóktist hava stýr uppá. Hinvegin var kanska meira ivasamt, um sveitsararnir vistu, hvørjum hoyvíkskvinnurnar kundu koma við.

 

Tað vita tey í Spono Eagles so nú, og enn er altso ein heilur dystur eftir í Hoyvíkshøllini, sum á fyrsta sinni nakrantíð var karmur um altjóða dyst. Ikki verður tað lætt, men við at vinna fyrra dystin við 10 málum, hevur H71 gjørt eitt gott forarbeiði, ið nú bara skal gerast liðugt í annaðkvøld klokkan 18!

 

EHF Europa Cup: Spono Eagles-H71 26-36 (11-20)

Málskjúttar: Maria Halsdóttir Weyhe 17, Jana Mittún 9, Guðrið Bogadóttir á Borg 3, Elsa Egholm 2, Rannvá Olsen 2, Lív Bentsdóttir Zachariasen 2, Brynhild Pálsdóttir 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com