sunnudagur, 21. november 2021

Tær teljast millum 16 tey bestu!


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Samanlagt vunnu H71-kvinnurnar 65-57 á triðbesta liðnum í Sveits, Spono Eagles, ið gamaní vann tepurt í seinna dystinum, men ongantíð var í nánd av samlaða sigrinum eftir tíggjumálssigurin hjá H71 í gjár!

Hvør hevði trúð tí, at ungu H71-kvinnurnar eisini skuldu koma úr triðja umfari í EHF Europa Cup-kappingini sum vinnarar og gerast millum 16 tey bestu í kappingini? Hvør hevði trúð, at H71-kvinnurnar í sínum næstu europeisku dystum skulu spæla áttandapartsfinalu?

 

Jú, uttan iva onkur, tí optimistarnir tróta ikki í Hoyvík og millum H71-fjeppararnar, men kortini munnu tað vera mong, ið als ikki høvdu hildið, at hetta bar til. Men tað ger tað, tí veruleikin er, at tá ið lutakastið til áttandapartsfinalurnar í EHF Europa Cup-kappingini verður, er H71 við í pottinum! 

 

Grundarlagið varð lagt í dystinum í gjár, sum mest av øllum líktist einum perfektum hondbóltsdysti, so væl sum kvinnurnar avgreiddu hann frá byrjan til enda. Onkur helt fyri, at hetta enntá táttaði í tað besta, nakað føroyskt kvinnulið hevur víst á vølli – og í øllum førum var talan um ein fantastiskan og mestsum feilfrían innsats, ið eisini varð løntur við einum stórum sigri á sveitsisku mótstøðuni.

 

Ongantíð ordiliga spennandi

Greitt var, at Spono Eagles mátti gera alt fyri at venda samlaða tapinum, ið hótti, og so var eisini. Men taktikkurin við ófantaligum verjuspæli munaði ikki, men varð tíbetur revsaður við útvísingum beinanvegin, so roynast mátti okkurt annað, ið ikki kostaði so nógv.

 

Loysnin var mansverja, og bæði Maria og Jana høvdu “yvirfrakkar” allan seinna hálvleik, uttan at tað kortini gjørdist til nakra avgerandi vend fyri útlitini hjá sveitsisku gestunum. Gamaní, eydnaðist at vinna dystin í kvøld við tveimum málum, men Spono Eagles var ikki í nánd av at skapa spenning í samlaðu støðuni, so enn einaferð sóu vit eitt H71-avrik, ið veruliga vísti knotur, dygdir og styrki!

 

Allar hjá H71 fingu spælitíð í kvøld, og tær prógvaðu hvør sum ein, at H71 veruliga hevur breiddina í lagi, tí ikki færri enn 12 málskjúttar vóru á dómaraseðlinum, tá ið avtornaði! Og saman við venjarunum og toyminum kring liðið eiga allar hvør sín stóra part av æruni fyri, at H71 enn einaferð hevur skrivað føroyska hondbóltssøgu. Hjartaliga tillukku við tí!

 

EHF Europa Cup: H71-Spono Eagles 29-31 (14-11)

Málskjúttar: Rannvá Olsen 7, Elsa Egholm 3, Sára Jacobsen 3, Maria Halsdóttir Weyhe 3, Guðrið Bogadóttir á Borg 2, Bjørk Brimnes 2, Jana Mittún 2, Brynhild Pálsdóttir 2, Vár Bentsdóttir Zachariasen 2, Lukka Arge 1, Inga Maria Joensen 1, Lív Bentsdóttir Zachariasen 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com