týsdagur, 23. november 2021

H71 fekk serbiska mótstøðu


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Lutakastið fyri løtu síðani lagaði seg so, at H71 í áttandapartsfinalunum skal spæla ímóti serbiska liðnum, ZRK Naisa Nis.

Uttan iva man tað vera harðasta mótstøðan higartil í EHF Europa Cup-kappingini, ið bíðar H71 í áttandapartsfinaluni, tí serbiska mótstøðuliðið kann væntast at vera eitt stig sterkari enn Spono Eagles og sjálvandi fleiri stig sterkari enn WHC Cair.

 

Í løtuni liggur ZRK Naisa Nis fjórðfremst í serbisku kappingini, men sær út til at vera eitt vet veikari enn trý tey fremstu liðini har. Og serbiskur kvinnuhondbóltur telist gjarna millum 10 tey bestu í Europa, so…

 

Hvør dugur og hvør dygd er í liðnum, verður nú uppgávan hjá Inga Olsen og Mark Lausen-Marcher at greina nærri, sum teir so meistarliga gjørdu tað undan dystunum um vikuskiftið!

 

Annars er ZRK Naisa Nis stovnað í 1969 og besta tíðarskeiðið higartil var í nullunum, tá ið tað millum annað eydnaðist at vinna EHF Challenge Cup í 2007 og serbisku steypakappingina tvær ferðir, í 2008 og 2009.

 

Higartil í EHF Europa Cup-kappingini í ár hevur ZRK Naisa Nis vunnið samanlagt 50-43 á HB Dudelange úr Luxembourg. Báðir dystirnir vórðu spældir í Nis, og vóru úrslitini ávikavist 25-22 og 25-21.

 

Nevndin í H71 skal eisini royna at telva sum best fyri at vita, um tað riggar enn einaferð at fáa mótstøðuliðið hendavegin at spæla báðar dystirnar, fær tað sjálvandi ikki verið betri. ZRK Naisa Nis eigur annars eftir skránni heimadyst 8./9. januar og H71 15./16. januar.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com