30. november 2021

Býráðið heiðraði kvinnurnar


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Seinnapartin í dag hevði Tórshavnar býráð í Müllers pakkhúsi móttøku fyri H71-kvinnunum, har tær vórðu heiðraðar fyri frálíku úrslitini í EHF Europa Cup-kappingini.

– Tað, tit longu nú hava avrikað, er einastandandi fyri føroyskan hondbólt, og tit hava bæði skrivað føroyska hondbóltssøgu og lagt ein stóran og stoltan kapittul aftrat tykkara egnu søgu, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, ið legði aftrat, at einki pláss í landinum hevur seinnu árini fostrað so nógvar góðar hondbóltsspælarar sum Hoyvíkin.

 

– Vit skulu eisini minnast til, at hetta er bert fimta kappingarárið, at tit eru við í bestu kvinnudeildini. Har hava tit longu gjørt vart við tykkum sum eitt av teimum fremstu, ið stútt og støðugt arbeiðir seg frameftir og – ikki minst – uppeftir.

 

Lønt fyri stríðið

Borgarstjórin vísti á europeisku sigrarnar, fyrst á norður-makedonska Cair úr Skopje og síðani við so greiðum sigri í fyrra dystinum ímóti Spono Eagles, at seinni dysturin gjørdist mestsum týdningarleysur.

 

– Tit hava spælt tykkum fram millum 16 tey bestu liðini, sum eru við í EHF Europa Cup í ár, og hetta er eitt avrik og so stórt ítróttarbragd, at hetta hevur eingin í føroyskum hondbólti megnað fyrr, staðfesti borgarstjórin, ið eisini rósti H71 sum felag:

 

– H71 hevur havt dirvi og áræði til at satsa og taka tey stóru stigini, og nú verða tit lønt fyri tað. Við miðvísum ætlanum um, hvussu hondbólturin skal mennast, hava tit bygt upp eitt felag, ið ikki bara er sterkt og stórt eftir føroyskum mátistokki, men meira enn tað, segði hann.

 

Errin av H71

Heðin Mortensen rundaði av við at staðfesta, at fyri Tórshavnar kommunu hevur tað stóran týdning at eiga feløg sum H71 og slíkar eldsálir, sum tær í Hoyvík: – Vit eru errin av tykkum og eru eisini sera spent at síggja, hvussu leikur fer, nú tit í januar skulu royna tykkum ímóti serbiska Naisa Nis, segði borgarstjórin.

 

– Hóast trongu dystarskránna næstu tíðina, munnu venjararnir enn einaferð megna at fyrireika tykkum meistarliga til komandi europeisku uppgávuna, sum teir hava gjørt tað higartil. Eg vil takka tykkum fyri tykkara fantastisku avrik higartil og ynskja tykkum allarbestu eydnu víðari fram.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 annadam@bvs.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo