7. desember 2021

Bygma Balslev spælir eisini við


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

H71 hevur gjørt enn eina avtalu um lýsingarsamstarv, og hesaferð er tað Bygma Balslev, ið gjarna vil vera ein av okkara góðu viðspælarum, so tí er samstarvið longt við trimum árum.

Anna Dam, forkvinna í H71, fegnast um, at Bygma Balslev hevur játtað at leingja stuðulin til felagið, og hon leggur dent á, hvussu umráðandi tað er fyri felagið at hava góðar og støðugar stuðlar.

 

– Tað er eisini av stórum týdningi, at vit sum felag vita, hvørjar karmar vit hava at virka undir í eitt longri tíðarskeið, sigur hon.

 

Sjúrður Olsen, stjóri í Bygma Balslev, sigur at tey sum fyritøka eru fegin um at sleppa at stuðla einum vælvirkandi felag sum H71.

 

– H71 og Bygma Balslev eru grannar og tað hevur týdning fyri Bygma Balslev at vita, at børn og ung í Hoyvík hava eitt gott og fjølbroytt frítíðarlív, og hetta vilja tey fegin verða við til at stuðla, sigur stjórin og leggur aftrat, at tað er ein frægd at síggja hvussu væl skipað og væl rikið, H71 er sum felag.

 

– Eisini er tað hugtakandi at síggja, hvussu nógv sjálvboðin taka eina hond í í felagnum, sigur Sjúrður Olsen, ið frá sínum royndum sum virkin í ítróttarfelag sjálvur kennir týdningin av, at tað eru fólk í nærumhvørvinum, ið stuðla upp undir arbeiðið í felagnum.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 annadam@bvs.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo