fríggjadagur, 27. september 2013

Nú styttist í álvara


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Myndir: Savnsmyndir

Tað er nú sunnudagin, at AA-liðið leggur til brots

Klokkan 16. Fyrsti dystur í eini landskapping, sum eftir øllum at døma fer at vera frágera jøvn og spennandi.

At tapa á Skála er ikki nøkur, ja, skandala. Tað eru bæði vit og onnur lið so von við. Tó so, vit hava vunnið á StÍF fyrr, so hetta er ikki nakar ómøguligur setningur. Á heimavølli eru vit altíð væl fyri, men sjálvt á útivølli halda øll kring felagið, at vit altíð hava ein góðan møguleika. Eisini tað kunnu vit vitna um.

Eftir handa vinarsigurin á KÍF er StÍF nokkso bráddliga endað sum eitt favoritt-lið at vinna FM. Liðið er tað sama sum í fjør, og tá endaðu teir nummar--tað er so tað!--var tað 5 ella 6 (?)
Hvusu er og ikki, tá er nógv hent hesar seinastu mánaðirnar har inni, tí við einum afturvendum stjørnskoti og tríggjar mánaða venjing teljast strandingar og skálamenn millum dyggastu favorittar.
Bestemt, eitt gott bland av fólki. Og við einum frískum Sveini er kanska onki at taka seg aftur í, at blandið er so mikið gott, at partar av føroysku hondbóltverðini nettupp meta teir sum klárir FM-kandidatar.

Eg meini tó, at renna vit aftur at forða mótálopum (irriterandi skjót, løtt og sálardrenandi mál!), og yvirhøvur halda okkum til ásetta leikætlan, tá hava vit meiri enn ein góðan møguleika at fáa stig. Hopi tað, tí hasin túrurin suður er so forbistrað langur annars.
So, arbeiðsvilji, kolosalur arbeiðsvilji, ein fanatiskur leiðaravilji at berjast fyri svarta búnanum, og so ein vanliga góður áskoðaraskari, tá hava vit meiri enn ein møguleika at eta strandingar; og so ger onki, at vit gagnnýta nøkur skjótálop... og skora:)

FRAMTÍÐIN ER SVØRT!

H71, H71, H71!!!!!!!!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com